Á hvørjum ári fram til og við 1996 stóð besta liðið hjá B36 í skugganum av liðnum, sum í 1962 vann meistaraskapin. Tað gekk illa at koma úr hesum skugganum, men eftir einar tvær royndir, har tað miseydnaðist í síðstu løtu, so eydnaðist tað í fjør.
Higartil í ár hevur tað skorist illa hjá B36, og tað er sjón fyri søgn, at flaggskipið í felagnum hevur meiri enn ilt við at liva upp til tað, sum besta liðið avrikaði í fjør. Hetta verður eisini undirstrikað av hagtølunum. Tá fýra umfør vóru avgreidd í 1997, hevði B36 tólv stig fyri fýra sigrar. Nú eru fýra umfør avgreidd í 1998 landskappingini, og úrtøkan hjá B36 higartil er fimm stig fyri sigur móti Sumba og javnleikir á útivølli móti fyrst KÍ og nú ÍF.
Broytingar
og flytingar
Í fjør hevði B36 sama bulin hvørja ferð, og so vóru smávegis útskiftingar gjørdar, m.a. fyri at halda so nógvar spælarar sum møguligt tætt at besta liðnum.
Í ár hevur Tomislav Sivic roynt nógvar uppstillingar. Trupulleikin hevur verið og er, at bóltspælið hevur ikki hingið nóg væl saman, møguleikarnir hava ikki verið nóg nógvir, og úrtøkan hevur verið syndarliga lítil.
Í Fuglafirði spældi B36 4-3-3. Hóast venjarin ikki er rættuliga komin fyri seg eftir skaðan, sum hann fekk í fótablaðið, tá teir spældu í Klaksvík, so var hann hesa ferð besta boðið uppá annað álopsplássið við síðuna av John Petersen. Hitt var Rógvi Larsen, sum fyri aðru ferð var á gamla heimavøllinum umboðandi nýggja felagið. Rógvi var eisini á hesum plássinum, tá B36 vann móti Sumba í Gundadali.
Nýggi jugoslavin hjá B36 sat uttanfyri, tí hann er skaddur í lærkrikanum. Í fjør var Jan Guttesen eitt av stjørnuskotunum hjá B36, men trekin í ár hevði hesa ferð við sær, at hann var á bonkinum saman við millum øðrum Jákupi á Borg.
Glaðir fyri javnleikin
Fuglfirðingar spældu við umleið somu manning, sum teir hava gjørt tað mesta av árinum. Erling Joensen var góður í málinum, og aftur hesa ferð var sjón fyri søgn, at botnurin á liðnum er miðverjan, har Bartal Eliasen og Torstein Joensen lógu tætt í ávikavíst Tomislav Sivic og John Petersen, og Torkil Hansen var góður uppruddari. Fuglfirðingar tóktust ikki at seta álopspartin høgt, tí teir høvdu bara ein mann heilt frammi. Miðvøllurin arbeiddi nógv, men tað var fyri tað mesta í verjupartinum.
Tað var heilt týðuligt, at teir á heimaliðnum vóru væl nøgdir við málleysa javnleikin. Teir vóru kroystir, teir bardust fyri at varðveita støðuna, og í summum førum vóru teir hepnir.
Tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð vóru tað fleiri fuglfirðingar, sum sigurssælir rættu armarnar upp um høvd, og tað var væl skiljandi. Í síðstu løtu hevði Maciej møguleikan at avgera heimaliðnum til fyrimunar, tá hann eftir langan bólt frá Bartali Eliasen gjørdist púra leysur í tunnu B36 verjuni (teir vóru farnir fram á vøllin fyri at fáa avgerandi málið). Pólverjin valdi av skjóta úr 17 metrum, og Egil bjargaði. Men tað hevði næstan verið ov nógv av tí góða, um øll stigini høvdu endað í Fuglafirði.
Góður hugburður
Teir í B36 kunnu bara takka sær sjálvum fyri, at teir ikki fingu fulla úrtøku. Teir høvdu bóltin nógv meiri enn teir á heimaliðnum, og teir vóru nógv ágrýtnari, enn teir t.d. vóru, tá HB var mótstøðuliðið, men teir megnaðu ikki nóg væl at halda høvdið kalt, tá tíðin so spakuliga fór at ganga undan, og møðin fór at síggjast á fuglfirðingunum, sum høvdu ofrað seg so nógv. Í staðin fyri at halda fram við at spæla og toga verjuna sundur, so vóru nógvir svartir og hvítir í brotsteiginum hjá mótstøðumonnunum, og har var eingin ivi um, at Bartal var høvdingur, tá høgir skrábóltar vórðu sendir innfyri.
B36 hevði eina røð av málmøguleikum, men marginalarnir vóru ikki við teimum í avgerandi løtunum. Í 1. hálvleiki rakti John Petersen í stólpan við fínari roynd uttanvert brotsteigin, og í 2. hálvleiki hevði hann eisini onkra góða roynd. Tomislav Sivic sendi fríspark úr høgru í tvørtræið úr handara borði í 1. hálvleiki, og Erling Joensen bjargaði væl, tá Rógvi Larsen úr ikki serliga stórari fjarstøðu sendi upp móti samankomingini. Ronnie Samulsen hevði fleiri royndir, og í 2. hálvleiki var Jan Guttesen um reppið at avgera, tá hann eftir frágera gott eitt tvey samanspæl við John Petersen lyfti uppum málverjan, men við síðuna av málinum.