Tórshavn verður eitt lítið Nashville

Upprunaliga skuldi countryfestivalurin verða í byrjanini av hesum mánaðinum, men verkfallið í Danmark kom í vegin. Og av somu orsøk er skráin munandi broytt frá upprunaligu ætlanini

Við flogfarinum hjá Atlantsflog í dag koma allir teir útlendsku luttakararnir, sum skulu verða við á Country festivalinum 1998, sum verður í Ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld.

Orsakað av verkfallinum í Danmark í byrjanini av maj mánað var eitt sindur ógreitt hvørjir luttakararnir fóru at verða, men nú er alt endaliga fallið upp á pláss.

Tað vísti seg ikki at bera til at fáa Billy Swan og Tomboola Band at koma til Føroya nú og tí noyddust fyrireikararnir at leitra aðrastaðni.

Tað eydnaðist at finna góðar varamenn fyri teir sum ikki kundu koma.


Tamra kemur

Av upprunaligu útlendsku gestunum er tað bara Tamra Rosannes, sum enn er á skránni.

Tamra Rosannes er fødd í Amerika, men hevur búð seinastu nógvu árini í Danmark. Hon hevur eina framúr góða rødd og hevur nógvar heilt kendar sangir á skránni.


Big Guitars

from Memphis

Tað var ikki ætlanin, at Big Guitars skuldi verða við, men tá tað barst frá hjá onkrum øðrum, játtaðu teir at koma við.

Big Guitars from Memphis koma ikki frá Memphis, men úr Chicago. Teir eru kendir fyri at spæla allan møguliga tónleik og eisini eru teir kendir fyri at spæla sera lívliga tónleik.

Tað er guitarspælarin John Ivan, sum er oddamaður í bólkinum og tað er eisini hann, sum ger um seg á apallinum.

Big Guitars from Memphis spælir helvt um helvt sjálvgjørdan og kopieraðan tónleik, og av tí tónleikinum teir gera sjálvir er tað guitarspælarin John Ivan sum ger meginpartin.

Big Guitars from Memphis hava verið í Føroyum fyrr. Tað var í 1991, men tá vóru teir púra ókendir.

Á konsertini í kvøld, skulu Big Guitars spæla undir hjá eitt nú Tamru Rosannes og kanska onkrum øðrum við.


McCoy munnharpusnillingur

Tað var heldur ikki ætlanin at Charlie McCoy skuldi vera við, men eisini hann játtaði at koma hendavegin tá tað barst hinum frá.

McCoy var við á fyrsta festivalinum, sum var í 1996 og áhoyrararnir sum vóru við tá minnast enn tað framúr góða munnharpuspæla hann vísti.

McCoy er eingin unglingi longur. Hann er føddur í 1941, men tað sæst ikki á framførslu hansara.

Eisini hann er ættaður úr Amerika og hann hevur spælt saman við rættiliga »stórum« monnum ígjøgnum tíðina.

Nevnast kunnu nøvn sum Elvis Presley og eisini Jordannaires.

Tað sigst um framførsluna hjá McCoy, at hann hevur minst 20 munnharpur við á pallin - ella tað sær soleiðis út, tí tað er futtur í honum alla tíðina.


Stórur áhugi

fyri tiltakinum

Tað sær út til at verða stórur áhugi fyri tiltakinum.

Páll Arge, sum fyrireikar festivalin sigur, at tað er komin rættilig ferð á atgongumerkjasøluna og at tað er nakað sum týðir uppá, at tað fer at verða fult hús í Ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið.

Tað er tó ikki fyrr enn teir seinastu dagarnar at telefonirnar eru farnar at gløða. Fyrst í vikuni høvdu ikki so nógv keypt atgongumerki, men hetta órógvar ikki fyrireikararnar.

? Hetta er eitt vanligt føroyskt fyribrigdi, sigur Páll Arge um at føroyingar altí keypa atgongumerkini í síðstu løtu.


Hotel Føroyar

í country hýri

Men tað eru ikki bara fyrireikararnir av Country festivalinum sum eru í »country hýri«, tað eru tey eisini á Hotel Føroyum.

Í samband við festivalin hava tey nevniliga gjørt eina serliga matskrá til dagin.

Harafturat bjóðar hotelli avbygdafólki at gista hjá teimum fyri ein rímuligan penga ístaðin fyri at fara til húsa aftur í bili.

Tilboðið er sjálvandi eisini galdandi fyri fólk úr høvuðsstaðnum um tey vilja geva sær sjálvum eina góða nátt í samband við Country festivalin 1998.