Tekstur: Jóannes Hansen
Mydir: Jan Müller
Tað var nakað heilt serligt yvir tí, tá knapt hálvt annað hundrað fólk fyrra hvítusunnudag savnaði til samkomu á sjómansheiminum í Klaksvík. Tey átta umboðini, sum norðoyingar hava í tingi og í landsstýri, heilsaðu samkomuni, og tað, sum kom fram, var áhugavert og onkuntíð skemtingarsamt.
Men hjá teimum, sum vóru til staðar, var tað samkoman sjálv ? umleið 70 útróðarmenn við fylgi ? ið talaði mest. Umframt útróðrarmenninar, so vóru konurnar eisini bodnar at vera við, nógvar møttu upp, og harvið vóru báðar síðurnar av útróðrarheiminum til staðar, og tað var beinrakið av fyrireikarunum.
Mynstrið
Tað vóru fleiri til staðar, sum fingu um endan á útróðrinum krígsárini, og sjálvsagt vóru uppaftur fleiri, sum minnast velduga útróðurin, sum í fimtti árunum var grundarlagið undir menning og vøkstri í Klaksvík, meðan tað nógva aðra staðni í landinum var smátt við vinnumøguleikum og inntøku hjá bæði teimum, sum áttu og teimum, sum vóru við til at manna skip og virkir.
Nógvu av luttakarunum á sjómansheiminum 1. hvítusunnudag eru ikki fólk, sum í samkomu reisast og greiða frá teirra stríði og strevi fyri at fáa til dagin og vegin. Men tey eru vitni um eina tíð, tá tað at vera útróðrarmaður og tað at vera partur av eini útróðrarfamilju, var ein lívsstílur.
Inntil fyri einari fjórðings øld síðani var tað vanliga soleiðis, at útróðrarbátarnir í Klaksvík, sum vóru úr deksbátastødd og heilt upp í 80 tons, róðu dag um dag og við hvørt vóru teir burturi fyri vikuna, sum teir róptu tað. Tá teir avreiddu hvønn dag, vóru teir á høgligu leiðunum hjá norðoyingum. Hvar teir royndu, tá teir vóru burturi frá sunnukvøldið ella mánadegi og til leygardag var treytað av árstíðini og líkindunum, men tað kundi t.d. vera á leiðunum vestanfyri ella sunnanfyri oyggjarnar.Teir lógu við kai og egndu, tá teir vóru á høgligu leiðunum, og tá teir vóru burturi fyri vikuna, egndu teir úti á sjónum, og var tað eitt sindur sjaskut, so var ikki óvanligt, at teir fóru inn á t.d. Tvøroyri, Miðvág ella Vestmanna at egna, áðrenn teir stimaðu útaftur á fiskileið at seta.
Frítíð og arbeiði
vóru eitt
Søgan, sum lívið hjá teimum á sjómansheiminum henda dagin talar, er eisini um konurnar, sum passaðu hús og heim, meðan tað hjá monnunum snúði seg um at fáa inntøkuna til vega.
Teir vóru mangan úttúraðir. Robert Joensen, sáli, sum í tríati ár var skrivari hjá Klaksvíkar Útróðrarfelagi, sigur í bókini Útróður 1845-1945 frá einum túri, sum hann var við Varpinum í 1946. Teir vóru burturi av Klaksvík í trý samdøgur, og tá teir vóru lidnir at gera reint, og menninir troyttir og illa svøntir fóru til hús við tómari skjáttu og lítlari fiskateggju á økslini, gingu tað tríggir tímar, til teir vóru umborð aftur og av nýggjum løgdu til brots!
Tá teir vóru burturi, fylgdu tey heima væl við. Bátarnir tosaðu saman, og tey heima frættu soleiðis, hvussu tað gekst teimum. Hjá veiðimanninum hevur tað altíð nógv at siga, hvussu fiskieydnan er, men tað hevði uppaftur meiri at siga hjá útróðrarmanninum, tá eingin minstiforvinningur var. Tá var inntøkan hjá honum og harvið tað, sum familjan skuldi liva av, bara treytað av tí, sum fekst fyri veiðuna. Tað kundi skerjast væl, og tað kund miseydnast, bæði tí fiskurin ikki tók og tí reiðsskapurin ikki fekst aftur, t. d. tí útlendskir trolarar settu omanyvir, og so var inntøkan hareftir.
Men uttan mun til hvussu tað skarst, so skuldi tað heima við hús leggjast skynsamt til rættis. Tað var eingin trygd fyri, hvussu tað fór at roynast næstu vikuna, og tað var ikki ókent, at uppiløgurnar um vetrarnar kundu vera langar. Januar og februar kundu vera góðir fiskimánaðir, men tað hevur ikki verið ókent, at eingin túrur fekst í ein mánaða og kanska longri enn tað. Og so ráddi um, at tann, sum heima við hús hevði nýtsluna av pengum um hendi, rak tað, sum millum aðrar teir politikarnir, ið vóru á sjómansheiminum henda dagin, kalla ein varnan og konsiliderandi politikk!
Uppiløgurnar vóru millum annað brúktar til at gera línu til, til at knýta upp í og til at fáast við annað, sum hevði við sjógvin at gera. Tað kom væl við, tá tað eydnaðist at forvinna nakrar krónur í tímaløntum arbeiði, t.d. tá Tjaldrið ella onkur fraktbátur kom á Klaksvík. Og so var tíðin brúkt til at slota eftir veðrinum og meta um, nær tað aftur fóru at vera útróðrarlíkindi. Brakið frá radiolurtinum, sum stóð á norðmanninum ella danskaranum og kanska íslendinginum hoyrdist, meðan lurtað varð eftir, hvat teir søgdu um veðrið, og so varð hetta sammett við tað, skilamenninir út frá lívsroyndum hildu seg kunna meta við at hyggja upp á luftina.
Tórshavnar Radio og føroyska útvarpið bóru eisini veðurtíðindi. Og Útvarp Føroya bar eisini onnur tíðindi, sum viðhvørt komu væl við og viðhvørt komu illa við í útróðrarheimunum. Fram til 1975 var fiskaprísurin og harvið grundarlagið undir inntøkuni hjá útróðrarmanninum, so at siga bara treytað av fiskaprísunum á heimsmarknaðinum. Tað var sum hjá kaffibóndrunum í Suðuramerika. Var nógvur fiskur á marknaðinum, so fóru prísirnir niður, og eftir lítlari løtu vistu tey, sum hoyrdu tíðindini, at nú var sannlíkt, at lønarskurðurin fór at vera kanska 10 prosent og onkuntíð nógv meiri enn tað, og so noyddust bæði teir, sum áttu bátarnar, og manningin at laga seg eftir tí. Í dag ber illa til at fata, at tað bar til at liva soleiðis. Men tey kendu treytirnar, og tey megnaðu tað.
Viðurkenningin
1. hvítusunnudag vóru tey, sum hesi mongu ár hava verið við til at skapa inntøku og trivna í Klaksvík og hava livað undir teimum korum, sum útróðrarvinnan gav, so á sjómansheiminum í Klaksvík.
Tað var hátíðarligt, tá nøvnini vórðu rópt upp, menninir reistust og konurnar hjá nevndarlimunum í felagnum hongdu heiðursmerki í bringuna á teimum. Onkur helt, at tað var sum at síggja í sjónvarpinum, tá gomlu russararnir, sum hava gjørt hertænastu, frá Jeltsini fáa skreyt og gull í reversið, men eigini ivi kann vera um, at hjá útróðrarmonnunum var hetta væl uppiborið. Hjá fastløntum fólki er ikki óvanligt, at tað verður gjørt burturúr, tá tey hava verið í starvið í 25 ár og aftur seinni. Sovorðið hevur ongantíð verið vanligt hjá útróðrarmonnum, og kanska er tað sjáldan, at teir hava verið so leingi umborð á sama báti, men teir hava verið í vinnuni, og tað var hetta, sum teir fingu viðurkenning fyri á hvítusunnu.