Nýggjársaftan hin 31. desember klokkan 11 verður skipað fyri einum spennandi og forvitnisligum gongutúri frá vindmyllulundini í Porkerishaganum.
- Vit møtast við niðankoyringina til vindmyllulundina og ganga ella koyra eftir vegnum, sum fer niðan til vindmyllurnar.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.
- Túrurin fer framvið vøkrum og sermerktum náttúruperlum sum Vágfelli, Vágsskarð, Hvannafelli og oman á Hálsin.
Frá Hálsinum verður gingið oman til Vág, har útsýnið er heilt serstakt – ja, ein vøkur sjón so langt, sum eygað røkkur.
- Túrurin er miðal strævin, og vit heita á fólk um at vera ílatin eftir umstøðum – við góðum gangiskóm ella stilvum, húgvu og handskum.
Lagt verður aftrat, at túrurin er umleið 8,3 kilometrar langur og tekur umleið tríggjar tímar.
- Øll eru hjartaliga vælkomin við, men vit vilja gera vart við, at túrurin er ikki hóskandi fyri smærri børn.
##med2##
Ferðaleiðari á túrinum nýggjársaftan verður Jens Petur Brattalíð, og túrurin er ókeypis!
Tað er ikki neyðugt við tilmelding, men túrurin kann verða avlýstur, um tað ikki viðrar henda seinasta dagin á árinum.
- Komið og upplivið Føroyar frá síni vakrastu síðu! ljóðar áheitanin úr Vági.












