Tað skrivar Tórshavnar kommuna.
Tiltakið byrjar kl. 15.30, tá Elsa Berg, borgarstjóri, og Uni Næs, dómpróstur, halda røður. Tórshavnar kommuna fær jólatræið sum gávu frá Reykjavík, og tí er siðvenja, at ein íslendskur gestur eisini heldur røðu. Í ár er tað Sanna Magdalena Mörtudóttir, býráðslimur í Reykjavík.
Julius og Rógvi koma at hjálpa børnunum at tendra ljósini, og teir koma sjálvandi á Vaglið í einum gomlum, reyðum sløkkiliðsbili.
Tá jólatræið er tendrað, kunnu allar nissur fara yvir til pavillongina uttanfyri Ráðhúsið, tí tá verður nissudisko! Beinta Haraldsen diskar, og bæði stórar og smáar nissur eru vælkomnar. Minst til nissuhúgvuna!
Eisini ber til at vitja serstøku jólasýningina í Konditarínum. Tað eru lutir frá Býarsavninum, og Lív Arge Simonsen hevur staðið fyri at finna fram savnslutirnar, sum eru ein tíðarlummi frá, tá Konditaríið var í velmaktini. Á loftinum er gevistova til smábarnafamiljur. Sýningin er ókeypis og verður opin hvørt vikuskifti fram til jóla.
Komandi vikuna, aftan á at jólatræið er tendrað á Vaglinum, verða jólatræhald kring kommununa. Til ber at síggja skránna á Facebooksíðuni Jól í Miðbýnum.
Onnur jólatiltøk í miðbýnum
Hugnaliga tiltakið, Barnajól, verður leygardagin 6. desembur í Margarinfabrikkini frá kl. 11.00-16.00. Tá skipa starvsfólk í Margarinfabrikkini fyri nógvum ymiskum kreativum fyri børnunum. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.
Leygardagin 13. desember kl. 16.00 kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við Juliusi og vinmonnunum umborð. Teir gleða seg at heilsa upp á øll børnini í Havn. Við sær hava teir eina rúgvu av karamellum.
Í Havn súkkla jólamennirnir sjálvandi, og fara teir at súkkla runt í býnum sunnudagin 21. desember við tónleiki og karamellum til børnini. Aftan á súkklutúrin fara jólamenninir at dansa stopp-dans við børnunum í Pavillongini.
Føroya størsta jólagáva
Jól í miðbýnum hevur í ár Føroya størstu jólagávu! Jólagávan er eitt nú bygd úr endurnýtslutilfari og er 3,5 m breið og høg. Men hóast Føroya størsta jólagáva stendur í gongugøtuni, so er Føroya størsta gáva børnini! Tí ber til at lata eina gávu til børn í Føroyum í aldrinum 0-18 ár, sum liva undir trongum korum.
Frá 1. til 12. desembur kl. 10.00-17.30 kanst tú lata eina gávu, við at pakka ein lut ella eitt plagg inn, skriva á ein lepa hvønn aldur og kyn gávan er ætlað og síðan leggja gávuna í kistuna, sum liggur inni í Føroya størstu jólagávu. Í gávuni mugu ikki vera endurnýtslulutir ella pløgg, og heldur ikki matur. Kistan verður síðan tømd hvønn dag, og gávurnar verða lætnar Barnabata at umsita.
##med2##
Jólasmáttur og jólavika
Seinastu vikuna áðrenn jólaaftan er jólavika í býnum, og tá hava handlar í býnum og SMS leingi opið. Eisini verður ymiskt spennandi á skrá til bæði vaksin og børn, so sum livandi tónleikur og diskobingo.
Somuleiðis verða sølubásar á gongugøtuni og í Tinghúsgarðinum, har til ber at keypa sær kakao og annað gott. Gongugøtan verður stongd fyri ferðslu allan jólamánaðin fra ‘Glade hjørn’ og oman til ráðhúsið, so vaksin og børn trygt og gott kunnu hugna sær í jólabýnum uttan at vera stúrin um ferðsluna.
Tað er Visit Tórshavn, sum aftur í ár samskipar Jól í Miðbýnum.











