Hallgerð Akurstein heldur røðu í Hvannasundi

Almenna jólatræshaldið í Hvannasunds kommunu í ár verður í Hvannasundi, og tiltakið verður í annaðkvøld

Jólatrøini í Hvannasunds kommunu verða tendrað í annaðkvøld, leygarkvøldið hin 29. november klokkan 18.

 

- Almenna jólatræhaldið í ár verður í Hvannasundi, og tað verður Hallgerð Akurstein, sum fer at halda røðu.

 

Hetta siga tey í Hvannasunds kommunu.

 

Ein skrá er løgd fyri tiltakið.

 

Skráin byrjar klokkan 18, tá boðið verður vælkomin. Eftir hetta verður felagssangur, "Eg eri jólamaðurin" og Nissumanna og nissupápi...".

 

##med2##

 

Eftir at Hallgerð Akurstein hevur hildið sína røðu, verður "Gleðilig jól" eisini sungin sum felagssangur.

 

Síðan verður kaffi, te og karamellur, og børnini fáa eisini ein góðan bommpakka.

 

 

 

 

 

Hallgerð Akurstein