Hann sigur hetta í eini viðmerking til orðini hjá 1. skrivaranum á bretsku sendistovuni í Keypmannahavn, Paul Nicolopulo í Sosialinum týsdagin um, at marknamálið framvegis kann loysast við samráðingum millum embætismannanevndirnar.
Fyrrverandi løgmaður heldur, at vit skulu halda forsætisráðharran fast uppá tað hann hevur lovað, nevniliga at fáa í lag ein fund millum løgmann, forsætisráðharran og bretska Tony Blair.
Edmund Joensen vísir á, at samráðst hevur verið í so mong ár uttan at hetta hevur givið nakað endaligt úrslit. Hótt hevur eisini verið at fara til dómsstólin í Haag. Nú er bert eitt eftir at gera, og tað er at royna at fáa eina loysn á hægsta politiska stigi.
Fyrrverandi løgmaður vísir á, at tað í fleiri ár hevur verið roynt at fáa danska uttanríkismálaráðaharran at taka málið upp politiskt, men tað hevur ikki eydnast. Nú eydnaðist tað so at fáa forsætisráðharran at taka tað upp.
Men orsakað av valunum í Danmark og Føroyum hevur einki verið gjørt við málið. Tó vísir Emdund Joensen á, at danski forsætisráðharrin hevur hitt Tony Blair fleiri ferðir á ES-fundum, so tað er ikki óvist, at teir hava tosað um málið.
-Tað er greitt, at Poul Nyrup Rasmussen nú bíðar eftir, hvat nýggja lands-stýrið ætlar, og eg vil bert biðja til, at tað heldur somu kós sum tað undanfarna landsstýrið sigur Edmund Joensen, sum eisini vísir á orðini hjá 1. skrivaranum á bretsku sendistovuni í Danmark um, at bretar hava fingið ein sterkan forsætisráðharra. -Tá hava vit enn betri orsøk til at koma á tal við hann um at fáa loyst hetta málið.
Vil ikki lata oljuøki til bretar
Fyrrverandi løgmaður, sum umsat hetta málið í undanfarna landsstýrinum, er limur í Uttanlandsnevndini og ætlar hann har at stríðast fyri, at vit ikki missa alt á gólvið aftur. -Lata vit nú embætisfólkini aftur fáa málið, so setir tað okkum í eina verri støðu, og eg ætli mær ikki at standa og hyggja at, meðan vit lata oljuøki frá okkum.
Edmund Joensen ætlar sær ikki at avdúka smálutir í samráðingunum, men hann vísir til tey mongu úttalilsi, sum hava verið um júst tey umstríddu økini í Hvítu sonuni. Tað er ein sannroynd, at allur oljuídnaðurin metir Hvíta økið sum sera áhugavert. Um so er at føroyingar ætla at slaka meira enn gjørt, so merkir tað eisini, at vit tá møguliga lata stór oljuøki frá okkum til bretar. Sosialurin skilir, at ósemjan framvegis snýr seg um rættiliga stór øki.
Men hví heldur Edmund Joensen, at Tony Blair fer at vera meira medgjørligur enn bretsku samráðingarfólkini!
-Møguleikarnir hjá samráðingarnevndunum eru úttømdir. Hesar hava roynt alt. Her hevur verið mátað og mált millum hólmar og sker so leingi, at har er ikki meira at tosa um. Tað, sum hevur gingið fyri seg í seinastuni, hevur tí verið einki annað enn eitt stríð um orð. Og at halda fram við at samráðast á embætisstigi merkir jú, at tað verður hildið fram við salamimetoduni, tvs. at vit skulu lata burtur av føroyskum øki fyri at fáa føroyskt øki. Nú er nokk tosað. Nú má handlast og tað á røttum stað.
Tá vit spyrja Edmund Joensen, um tað ikki er neyðugt at slaka, um ein skal fáa eina samráðingarloysn, vísir hann á, at øll kunnu fáa eitt mark uppá pláss við at slaka. -Tað er einki kynstur. Nú er komið hartil, at ein endalig avgerð má takast, og slíka kunnu bert politikarar taka. Talan er um so stór umstrídd øki við møguligum oljuríkidømi, at hetta bert kann avgreiðast á hægsta politiska stað sigur Edmund Joensen og leggur aftrat:
-Og tá tað nú hevur eydnast at fáa danska forsætisráðharran at taka málið upp, so má tað roynast. Tað vil vera ein deyðssynd og eitt álvarssamt prestisjutap nú at draga í land aftur. Tvørturímóti eiga vit at herða boðini og siga, at forsætisráðharrin og løgmaður eiga at fara hond í hond til London at hitta Blair. Sleppa vit hesum møguleikanum nú, so verður seinur dagur, at vit fáa hann aftur.
Lítið álit á bretum
Tað er einki dulsmál, at fyrrverandi løgmaður hevur ikki ov stórt álit á bretum í hesum máli. -At umboð fyri bretsku sendistovuna í Keypmannahavn nú kemur til Føroya er einki annað enn fyri at gera eitt lobbyarbeiði, sum kann tæna bretskum áhugamálum í marknatrætuni. Tað hava teir sjálvandi loyvi til, men vit skulu bara ikki vera ov bláoygdir og taka alt teir siga fyri góða vøru.
Annars heldur fyrrverandi løgmaður tað vera sera óheppið, tá nýggja samgongan skrivar í samgonguskjalið, at tað hevur slíkan skund at fáa loyst marknatrætuna. Hetta eru skeiv signal at senda út. Tað kann bert gera, at bretar gníggja sær í hondunum og halda, at teir nú hava lætt spæl. Tað ger støðu okkara munandi verri sæð út frá einum taktiskum sjónarmiði.
Eisini heldur Edmund Joensen tað vera skeivt at seta ein oljumálaráðharra burturav, nú als eingin olja er funnin. Tað nógva av fyrireikingararbeiðinum er longu gjørt.
-Tað eg umsat sum løgmaður, eru nú lutað út á fýra fólk at umsita. Hetta er lítið rationelt og lítið skilagott heldur Edmund Joensen, sum heldur, at tað hevði verið nóg mikið við 6 heldur enn 8 fólkum í landsstýrinum.
Bíðar
Árni Olafsson, leiðari í føroysku samráðingar-nevndini,segði annars við útvarpið í eini viðmerking til úttalilsini hjá Paul Nicolopulo í Sosialinum týsdagin, at tað enn ikki hevur sett sín dám á samráðingarnar, at Bretland hevur fingið nýggja stjórn. Anfinn Kallsberg skal hesa vikuna kunna seg við støðuna í samráðingunum. Hann sigur við útvarpið, at hann fer íkki í fyrsta umfari at spyrja Poul Nyrup Rasmussen, um tilboð hansara til fyrrverandi løgmann um at hjálpa til í samráðingunum, stendur við.
Seinasti fundurin í marknamálinum var 25. september í fjør.