City Church kann nú byggja størri kirkju

Tórshavnar býráð hevur í kvøld samtykt at broyta byggisamtyktina fyri økið við Tróndargøtu, so City Church kann byggja eina nýggja kirkju eftir eldsbrunan fyri góðum tveimum árum síðani

City Church hevur søkt um at broyta byggisamtyktina, soleiðis at størri bygningur kann byggjast á økinum, har bygningurin stendur. Kirkjan varð illa skadd í eldi í februar 2024 og hevur síðani staðið tóm.

 

Ætlanin er at reisa ein nútímans bygning, sum ikki bara skal hýsa kirkjuligum virksemi, men eisini konsertum, almennum tiltøkum og City Meal, sum er ókeypis matartilboð til familjur og onnur eina ferð um vikuna.

 

Sambært uppskotinum verður mælt til, at ein serstøk byggisamtykt verður gjørd fyri økið við Finsen og Grasagarð.

 

##med2##

 

Hetta skal geva City Church størri byggimøguleikar enn galdandi reglur loyva.

 

Fyri matrikul 33, sum er tað sum vit fyrr kendu sum Evangeliiðhúsið, verður mælt til, at byggistigið verður hækkað úr umleið 0,8 upp í 0,9, nýtslustigið úr umleið 2,1 upp í 2,7, og mesta hæddin verður 12 metrar í staðin fyri 8–10 metrar.

 

Fyri matrikul 333, sum eru gomlu sethúsini hjá Jóan Jakku Joensen, og nú partur av City Church, verður byggistigið hækkað úr 0,5 upp í 0,65 og nýtslustigið úr 1,2 upp í 1,95. Eisini her verður mesta hæddin 12 metrar.

 

Kommunan hevur gjørt 3D-kanningar fyri at tryggja, at nýggi bygningurin ikki kemur at skugga ov nógv inn í Grasagarð.

 

Ein fortreyt er, at bygningurin ikki skuggar meira enn 10 metrar inn í Grasagarð, tá sólin stendur hægst á várjavndøgri.

 

Samstundis verður dentur lagdur á, at nýggi bygningurin skal hóskandi inn í grannalagið, varðveita hornabygningin móti Tróndargøtu og hava opnar og innbjóðandi framsíður.

 

Málið er samstundis partur av eini størri ætlan um at gera eina nýggja serstaka byggisamtykt fyri økið kring Finsen og Grasagarð.

 

Har verður økið býtt í trý. Økið hjá City Church verður eitt serligt undirøki, har reglurnar verða lagaðar soleiðis, at nýggja kirkjan kann byggjast, samstundis sum atlit verða tikin til ávís varðveitingarverd hús og umhvørvið kring Grasagarð.

 

Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti at mæla býráðnum til at góðkenna uppskotið.

 

Málið varð einmælt samtykt á býráðsfundinum í kvøld.

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##