Væleydnað byrjan hjá Leikhúsinum á gamla Meiarínum

Høvuðsleikararnir í fyrstuframførsluni í nýggja leikhúsinum vóru eldri fólk, sum søgdu frá søgum. Av sonnum framførslur, sum prógva, at uttan søgur var eingin sjónleikur

Fyri fullsettum spildurnýggjum leikhússali fór seinasta leygardag frumsýningin fram á gamla Meiarínum.

Leikhúsleiðslan helt tað bert vera náttúrligt at byrja virksemið við at biða eldri fólk siga frá søgum. Úrslitið var sera væleydnað, og tá framførslan var liðug, var einki ivamál um, at slík tiltøk skulu endurtakast. Neyvan var nakar áskoðari, sum ikki bergtikin lat seg føra við av tí, sum fór fram á lítla einfalda pallinum, har bert ein stólur og eitt borð var sett fram til frásøgufólkini, sum søgdu frá søgum og hendingum í okkara tíð.

Elsa Jóhanna Høgenni, leiðari í Leikhúsinum, sigur við Sosialin: - Í hesum tíðum, tá so nógv ymisk tilboð eru til taks, at stytta um stundirnar, undirstrikar tað júst, hvussu umráðandi tað er at dyrka »her og nú upplivilsir«.

Tað kom rættiliga til sjóndar hetta kvøldið, tí stórur áhugi var fyri frásøgukvøldinum.

Har var eisini ovmikið at taka av. Kári Sverrisson frambar skjaldur á sín serstaka hátt, og Eyðun Andreassen, fólkalívfrøðingur hugleiddi um skaldskap á mannamunni. Hann tók soleiðis til: »Tað skulu tvey til siga eina søgu, eitt gott frásøgurfólk og ein góður lurtari.

Góð frásøgufólk og góðir lurtarar vóru júst til staðar hetta kvøldið, sum gjørdu, at tiltakið eydnaðist so væl. Leiðslan í Leikhúsinum hevði biðið átta frásøgufólk siga frá. Áskoðararnir sessaðust rundan um lítla pallin, har frásøgufólkini søgdu frá hendingum, og flættaðu ymiskar søgur inn í frásagnirnar.

Mest hugtakandi var, at hóast frásøgufólkini ikki høvdu fingið nakra ávísa uppgávu, ella nakað ávíst tíðarskeið at siga frá, so sótu søgurnar so væl saman, at ikki ein teirra var endurgeving av tí, sum varð sagt frammanundan.

Wilhelmina Larsen í Dali segði frá náttúrukendum søgum um sínar upplivingar, um fuglar og tað at ferðast í haganum.


Komfýrurin hjá kollfiringinum

Sverri Djurhuus segði frá barnadøgunum í Kollafirði, og flættaði inn skemtiligar frásagnir um ymiskt sum kollfiringar hava sagt. Serliga nógv flentu fólk, tá hann segði søguna um tveir kollfiringar, har annar spyr hin, hvat hann hevði gjørt, um konan var honum ótrúgv, og hin svarar, at so hevði hann brotið komfýrin!

Søgan er kend, og hetta ljóðar kanska ikki av so nógvum, men við frásøguháttinum og skemtingarsama lyndinum hjá Sverra vísti júst munin, nevniliga tað at duga at siga eina søgu.


Tá omman hitti Nikin

Poula Olsen á Sandi seg-ði frá ommu síni, sum fór til neyta og hitti Nikin. Henda frásøgnin var so hugtakandi og livandi fráfarin, at tað fór kalt eftir bakinum.

Annar frásøgumaður var Hans David Matras av Kirkju, sum segði frá eini skipsmanning, har báturin kom óføri. Jukim Olsen segði eisini frá ymsum bátum í Svínoy.

Steingrím Poulsen í Skopun segði eitt nú frá familju í Koltri, sum flutti til Skopunar. Hann greiddi frá, hvat tey gjørdu, o.sfr..

Hans J. Hansen í Fuglafirði hevði, sum tann einasti, skrivað eina søgu til hetta tiltakið.


Søgan um ein fótbóltdyst

Hann segði frá sær sjálvum á ungum árum, tá hann varð biðin at spæla fótbólt. Hetta var framført í røttum »Læars og Annelena« stíli, og var øgeliga skemtiligt.

At enda var tað Hjørleif Enni, mæti frásøgurmaðurin á Tvøroyri, sum fekk høvi at sessast í frásøgustólin - og hann slapp nærum ikki av pallinum aftur, so væl sum áskoðararnir skemtaðu sær, av tí sum hann førdi fram. Hansara sermerkti frásøguhátttur var nóg mikið til at áskoðararnar sótu í skellilátri.

Jú, har var lurtað við andakt, og fólk livdu seg væl inn í søgurnar, sum fangaði beinanvegin.

Serliga áhugvert var at hoyra, hvussu ymsu frásøgufólkini settu søgurnar saman.

Felags fyri frásøgufólkini var, at tey søgdu fleiri smásøgur, sum vórðu flættaðu saman til eina heild.


Væl hóskandi salur

til slík tiltøk

Elsa Jóhanna Høgenni sigur, at salurin riggaði avbera væl. Enn vantar ljóð- og ljósútgerð, men við hjálp frá góðum fólki høvdu tey riggað ljóðanlegg til. Ljóðgóðskan var so mikið góð, at øll hoyrdu eins og sótu tey undir liðuni á frasøgufólkunum.

Tá framførslan var at enda komin, varð borðreitt við kaffi og pannukøkum fyri gestunum, og frumsýningin endaði við at fólk fóru upp á gólv.

Seinni spældi Hans J. Hansen harmonikutónleik.

Tey í Leikhúsinum siga, at hetta frásagnarkvøldið var so væleydnað, og salurin eisini væl hóskandi til endamálið, at einki ivamál er: Hetta verður endurtikið.