Fimm partrolarapør á landgrunninum

Um teir smáu trolbátarnar siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag, at teir eru allir á Skeivabanka

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap á landgrunninum. Skipini fáa mest av upsa og nakað av hvítfiski. 

 

- Eitt partrolarapar er á Íslandsrygginum, og teir fáa mest av toski, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Fýra djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Teir fáa eisini nakað av blálongu og svartkalva.

 

- Tveir djúpvatnstrolarar koma inn at landa í vikuni, og hinir koma inn seinni.

 

Um teir smáu trolbátarnar siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag, at teir hava allir verið á Skeivabanka.

 

- Teir fiska eftir havtasku og fáa eisini nakað av toski, hvítingi, longu og upsa.

 

Lagt verður aftrat um trolbátarnar, at fiskiskapurin er smáligur, men allir koma inn at landa í vikuni.

 

At enda eru trý garnaskip til fiskiskap eftir svartkalva.

 

- Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og væntandi koma øll inn at landa í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.