KÍ sannførandi í steypafinaluna

Fótbóltur: Fínur fótbóltsdystur í Gøtu, tá klaksvíkingar tryggjaðu sær rættin til endadystin um løgmanssteypið

Fyrra semifinalan millum KÍ og GÍ, sum var í Klaksvík Kristi himmalferðardag, var ikki serliga góð reklama fyri fótbóltsspælið.

Men síðsta fríggjakvøld vístu GÍ og KÍ í Sarpisgerði, at bæði liðini høvdu meiri í sær.

GÍ kom á odda, tá klokkan vísti 1.13. Eftir eitt sindur av KÍ trýsti allar fyrstu løtuna komu fýra heimaliðsmenn móti trimum klaksvíkingum, Søren Skov Jørgensen spældi Sámal Joensen, sum tók kjansin úr stórari fjarstøðu, skotið var ikki serliga kraftarmikið, men bólturin smoygdi sær inn við stólpanum, eftir at hann eina ferð hevði stiklað á vøllinum.

So var púra opið. GÍ hevði javnað leiðsluna, sum KÍ hevði frá fyrra dystinum, og næstu 88 minuttirnir vóru spennandi, viðhvørt ferðmiklir og viðhvørt meiri varnir, trý mál komu, og har var ein rúgva av málmøguleikum.


Væl upplagdir gestir

Serliga var tað KÍ, sum foldaði seg út. Teir vístu so stórt hugflog, sum ikki er sætt, síðani teir vunnu FM heitið í 1991. Álopsspælið var gott í tøttum samanspæli, við skiftum um vøllin og við yvirlappingum í borðunum og stikkbóltum fram ímillum. Og verjuspælið var sannførandi. Kurt Mørkøre var framúr á aftasta manni, og Heðin á Lakjuni (á forstopparanum fyri Jan Andreasen, sum saman við konuni var á føðistovuni) og Símun Waag Høgnesen vóru tryggir í eftiransingunum og tóku lut í uppspælinum. Í borðunum vóru bæði Harley Bertholdsen og John Hansen álopshugaðir og gjøgnumbrotssterkir, og á miðvøllinum vóru Marek, Jan Joensen og Arnold Joensen frágera væl upplagdir.

Olgar Danielsen og Rógvi Jacobsen vóru í álopinum, og hóast teir vóru væl við og Olgar vann nógvar luftbóltar, og teir fingu fleiri møguleikar, so kom einki mál fyrra hálvleik. Besta royndin var, tá Marek úr 30 metrum sendi langskot í tríkantssamankomingina. Bólturin stakk út til Olgar Danielsen, sum var so kløkkur, at hann fekk ikki tamarhald á, og so varð málspark.

Í 2. hálvleiki stútaði ein púra leysur Rógvi Jacobsen við síðuna av eftir frágera gott uppspæl og innlegg í høgru, og so var tað næstan sum um, at einki mál fór at koma. Men Jóannes Jakobsen helt fast um somu uppstillingina og sama spæl, og tá seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt, var KÍ aftur í finaluni, og tað var vorðið sum mál:

Eftir uppspæl fram um miðstrikuna í høgru, dró Marek skrátt upp á tvørs, brúkti fyrst ein sum banda og fekk so bóltin aftur frá Rógva Jacobsen, sum um brotsteigarmarkið spældi pólverjan leysan við hælinum, Marek dró eina ferð og sendi við vinstra flatt í handara málhorn. Eitt fantastiska vakurt mál.

Og tað lá í luftini, at tað fór heldur at vera KÍ enn GÍ, sum skoraði eina ferð afturat. Soran Mansini kom á vøllin fyri Olgar, og eftir eitt av mongu gjøgnumbrotunum hjá Arnoldi Joensen í høgru, stútaði jugoslavin við handara stólpa og í longra málhornið.

GÍ satsaði so við at taka Janus Rasmussen út og við at seta fólk inn longri frammi á vøllinum, og tað eydnaðist at javna í yvirtíðini. Pauli Jarnskor lobbaði sera hegnisliga upp um Gunnar á Steig, og so var dysturin liðugur og nógvu klaksvíkingarnir kring vøllin, sum lívgaðu væl um Telefonverkið við alla tíðina at halda heimafólkið kunnað um støðuna, fóru í skundi gjøgnum tunnilin. Teir ætlaðu sær at koma aftur 2. hvítusunnudag og roknaðu við at hava nógvar aðrar norðoyingar við sær.


GÍ er á veg

Onkur helt, at umrøðan av fyrru semifinaluni í Klaksvík meiri ella minni líktist minningarorðum um GÍ, sum í nítiárunum hevur fingið so mangt væl uppiborið rósandi orðið í Ítróttarsosialinum!

Fríggjakvøldið staðfestu gøtumenn, at teir so langt í frá eru á veg í grøvina. Spælið hekk betri saman, enn tað hevur gjørt fyrr í ár. Tað skal eitt sindur til afturat, áðrenn teir røkka FM støðinum, og lyklaspælarar sum Henning og Magni Jarnskor (var fluttur í vinstra borð fyri at tetta motorvegin, sum Harley og Arnold høvdu í Klaksvík) eru ikki enn á tí støðinum, sum teir hava verið á, men tað luktaði avgjørt ikki av einum plássi niðanfyri miðjuna á støðutalvuni. Jóan Petur Olsen var fluttur inn á verjukenda miðvøllin, har hann áður hevur spælt so væl, og tað hjálpti væl um.

Tað styrkti um, at Søren Skov Jørgensen tyktist vera í lagi aftur, og fyri at gera álopspartin tyngri fór Sámal Joensen ofta í dýpdina. Sámal, Pauli og Henning høvdu allir hálvar møguleikar, sum kundu havt givið mál, um teir vóru meiri avgjørdir, og gøtumenn hildu, at teir í tveimum førum vórðu snýttir fyri brotsspark.

KÍ hevði eisini aðrar upplagdar møguleikar, t.d. var Rógvi Jacobsen tvær ferðir einsamallur við málverjanum. Alt hetta virkaði við til, sjálvt um kalda høgættarlotið oman gjøgnum dalin var frískt, at talan var um ein fínan fótbóltsdyst! jh