Bað fólkið fyrigeva

Shuarto var kroystur frá embætinum. 32 ára leiðsla endaði eftir fáum minuttum. »Fyri fólksins stuðul tey árini eg havi stýrt Indonesia takki eg fyri og eg biðið um fyrigeving um mistøk og ófulkomleiki er gjørdur undir míni leiðslu segði Suharto, tá hann legði frá sær Kristi Himmalfartsdag

Singapore, Sosialurin: Tað var ein eyðmjúkur og tungur forseti, sum hósdagin trein fram fyri heimspressuni og boðaði frá, at hann nú hevði avgjørt at leggja frá sær. Sterki maðurin í einum av heimsins fólkaríkastu londum, Indonesia, hevur givið embætið frá sær til næstamannin, varaforsetan Dr. Habibie.

Allur heimurin fylgdi við, og spenningurin var stórur undan Kristihimmalfaradegi, sum eisini er frælsisdagur hjá indonesisku tjóðini. Spenningurin var stórur um ófriður fór at bresta á. Ongin hevði rættuliga roknað við, at Suharto, forseti, fór at leggja frá sær. Allastaðni kring Indionesia stóð herurin tilbúgvin og roknað varð við tí ringasta.

Suharto var í tí eyðkendu mykru skjúrtuni og við muslimsku húgvuni á høvdinum, tá hann trein fram fyri mikrifonini og boðaðu frá avgerð síni. Suharto var í fjør valdur aftur fyri eitt fimm ára skeið sum forseti. Hetta var sjeyndu ferð og hann hevði nú sitið 32 ár á trónuni. Tey fyrstu tvey árini sum leiðari fyri eini hernaðarstjórn. Hann kom til valdið við einum kvetti og síðan 1968 sum fólkavaldur forseti. Suharto sá troyttur út og nú aftaná vita vit, at hann kom ikki av egnum fríum vilja fram og segði sessin frá sær. Hann var tvungin. Útlit vóru fyri, at tann 76 ára gamli Suharto fór at missa meirilutan í parlamentinum. Búskapurin í landinum eru í sorli orsakað av kreppuni í Fjareystri og fólkið er svangt. Vandi fyri at fólk fóru at ganga berserkargongd er stórur.


Elsti nakrantíð

Suharto hevur sitið longri sum fólkavaldur leiðari í einum landi enn nakar annar í Asiu. Hann endaði sín leiklut sum leiðari og landsfaðir við hesum orðunum:

» Eg havi avgjørt at taka meg aftur sum leiðari fyri republikkini Indonesia í hesi løtu. Fyri tann stuðul eg havi fingið frá fólkinum meðan eg havi stjórnað Indonesia takki eg. Havi eg gjørt mistøk, biðið eg um fyrigeving.«

Tá Suharto hevði boðað frá, at hann legði frá sær, trein ovastin fyri herinum, verjumálaráðharrin Wiranto generálur fram og boðaði frá, at herurin stuðlaði nýggja leiðaranum og fór at syrgja fyri, at einki hendi Suharto og familju hans. Eygleiðarar halda, at orsøkin til at verjuovastin fekk orðið áðrenn nýggi forsetin Habibie var at sýna fólkinum hvør veruliga hevði ræðið í Indonesia, herurin.

Síðan varð tann nýggi forsetin Dr. Habibie tikin í eið.

Dr. Habibie er ein kendur maður í indonesiskum politikki. Hann hevur verið stuðul hjá Suharto síðan einaferð í sjeytiárunum. Hann er 61 ára gamal og útbúgvin verkfrøðingur. Suharto og Habibie hava verið vinir síðan Habibie var smádrongur. Hann hevur verið ráðharri í mong ár og hevur havt ábyrgdina av at útbyggja Indonesia teknologiskt til eitt framkomið land.


Framvegis Suharto

Suharto hevur framvegis ávirkan á hvat hendir í Indonesia. Nýggi maðurin er sum áður nevnt hansara vinur og Suharto hevur hjálpt honum fram allan vegin til forsetaembætið.

Habibie valdi fríggjadagin nýggja stjórn. Í nýggju stjórnini sita 36 ráðharrar og meginparturin av hesum eru trúgvir Suharto stuðlar. Suharto er í dag fyrrverandi forseti, men tað eru tey fægstu sum trúgva, at hann gevst at spæla uppá streingirnar.

Tað eru fleiri orsøkir til, at Suharto varð noyddur at leggja frá sær. Ein orsøk eru tær mongu mótmælisgongurnar og fólksins vreiði. Vanligi borgarin í Indonesia hevur tað sera torført í hesum døgum, nú gjaldoyra er farið niður í einki í virði. Vanligi borgarin heldur ikki, at Suharto hevur gjørt nógmikið fyri at sleppa undan búskaparligu kreppuni. Tey halda eisini, at hann hevur nýtt alt ov nógva orku at stuðla sínum fólki og hann hevur gloymt tann minni menta. Indonesia er eitt land, har tey ríku eru ófatiliga rík og tey fátæku liva í armóð. Eygleiðarar eru tó eitt sindur í iva um tað bert er fólksins krav, sum hevur fingið forsetan at pakka saman. Mikudagin handaðu fleiri ráðharrar Suharto eitt bræv. Fleiri halda, at tað var hetta brævið, sum fekk Suharto at leggja frá sær. Í brævinum stóð, at búskaparliga støðan í Indonesia var so hættislig, at landið fór á húsagang innan eina viku, hendu ikki stórar broytingar. Teksturin var greiður. Altjóða pengasamfelagið hevði mist álitið á Suharto. Slík boð rína meira við ein fyrrverandi garvaðan generál enn ófriður í gøtunum. Skal Indonesia koma aftur á føtur, er neyuðugt við risastuðli úr útheiminum. Hesin stuðul var í vanda.

Suharto kom til valdið við eitt hernaðarkvett í 1966. Hann var tá sum áður nevnt generálur í herinum. Í 1968 vann hann forsetavalið. Suharto hevur verið ein vælumtóktur forseti í mong ár. Honum eydnaðist at hevje Indonesia burtur úr fátækradøminum og hann hevur nútímansgjørt samfelagið. Suharto er eisini ein nógv virdur politikkari í Asiu. Tó hevur tað ikki eydnast honum við árunum at halda Indonesia á røttu kósini. Suharto gjørdist, sum árini liðu, meira umgyrdur av vinum og familju og hesi hava fingið ov stóra makt í Indonesia. Hetta er ein av orsøkunum til ónøgdina millum fólk.