Tey bæði høvuðsstaðarliðini HB og B36 eru komin best frá byrjanini í 1. deild hjá kvinnum, nú tvey umfør eru avgreidd.
HB og B36 hava seks stig fyri tveir dystir ? fult stigatal ? men støðan snýtir eitt sindur, tí LÍF, sum enn bert hevur spælt ein dyst í landskappingini, eisini hevur fult stigatal.
At leirvíkskvinnur bert hava spælt ein dyst, stendst av at besta deildin hjá kvinnunum skal minkast niður í seks lið. Í ár eru sjey lið við í deildini, og tað merkir, at hvørt vikuskifti er eitt lið, sum hevur frí. Í fyrsta vikuskiftið var tað KÍ og sunnudagin LÍF, og hesi bæði liðini hava sostatt spælt ein dyst færri enn hini fimm liðini.
Oddaliðið HB, sum hevur betri málúrtøku enn B36 eftir stórsigurin á Skála í fyrsta umfari, hevði sunnudagin fingið NSÍ á vitjan, og har var ongantíð ivi um úrslitið, hóast tað bert bleiv til 2-0.
Málini gjørdu Teresa Johnsson og Annika Godtfred, sum nú hava skotið trý mál í part í 1. deild og eru toppskjúttar í kappingini.
Dysturin var okkurt um eitt korter gamal, tá NSÍ royndi seg við rangstøðufellu, sum miseydnaðist, og Teresa Johnsson bleiv púra leys.
Og tíggju minuttir seinni økti Annika Godtfred við langskoti.
NSÍ hevði sum heild ilt við at fylgja við skjóta HB-spælinum, og heimaliðið hevði greiða yvirvág eftir tey bæði málini, sum tók nógv av mótinum frá NSÍ-liðnum.
HB fekk tó ikki fleiri mál í dystinum, hóast møguleikarnir ikki trutu. Liðið úr Runavík hevði hinvegin ikki nógv at bjóða uppá, og sigurin hjá HB var ongantíð í vanda, og hóast NSÍ kom eitt sindur meira við móti endanum, hóttu tær ikki HB-málið.
Føroyameistararnir
byrjaðu við ósigri
Klaksvíkskvinnur komu upp í landskappingina hetta vikuskiftið, eftir at tær høvdu frí í fyrsta umfari.
Men tað var ikki nøkur serliga góð byrjan hjá føroyameistarunum, tí á heimavølli taptu tær 0-1 móti B36.
Tað gekk rímiliga javnt fram til málið, sum Maria Vang gjørdi eftir hornaspark miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Heimaliðið legði trýst á fyri at fáa mál og stig burtur úr dystinum, men tað eydnaðist ikki, og sostatt endurtók søgan frá landskappingini hjá monnum seg hjá kvinnunum.
KÍ má kortini framvegis metast millum FM-kandidatarnar hóast ringu byrjanina. Tað eru 13 dystir eftir at rætta upp uppá tað, men hinvegin taptu KÍ-kvinnurnar í fjør bert ein dyst í allari landskappingini, so tað kann vísa seg at gerast trupult hjá teimum at fáa eitt eins gott kappingarár í ár, sum tær høvdu í fjør.
B36-liðið er sera ungt og var undan kappingarbyrjan ikki mett sum eitt av liðunum, ið fór at gera seg so nógv galdandi heilt uppi í toppinum, men tær hava fingið fulla úrtøku burturúr dystunum higartil. Komandi vikuskiftið spæla tær ikki, meðan KÍ skal dystast á Skála. Og har skulu klaksvíkskvinnurnar ivaleyst vera sera óhepnar fyri ikki at fáa síni fyrstu stig í kappingini.
Nógv betri hjá Skála
Skála hevur spælt tveir dystir higartil í landskappingini, og enn hava tær einki mál gjørt, meðan 11 eru farin inn í hinum endanum. Men avrikið móti EB á Eiði sunnudagin var nógv betri enn tað var móti HB í fyrsta umfarinum, tá havnarkvinnurnar vunnu 9-0.
EB vann dystin við tveimum málum, sum Lydia Vesturtún skeyt í seinna hálvleiki.
Tað fyrsta var eitt einmansavrik, tá hon fýra minuttir eftir hálvleikssteðgin rann frá Skála-verjuni, og tað næsta kom, tá fýra minuttir vóru eftir. Bólturin varð sendur langt fram eftir vøllinum, ein verjuleikari hjá Skála hevði góða tíð til at leggja aftur til málmannin, men valdi at steðga bóltinum. Men Lydia stjól bóltin og einsamøll við málverjanum var eingin trupulleiki hjá henni at avgera dystin.
Skála kom norður eftir javnleikinum. Elinborg Lervig hevur ikki vant í ár, men sunnudagin var hon við á høgra vongverja, og alt styrkir um í tunna hópinum. Hóast Skála sum sagt kom eftir tí eina stiginum, kundu eins og í dystinum móti HB vikuna fyri lagt seg á odda tíðliga í dystinum, men tað gongur striltið við at útnytta teir fáu kjansirnir, sum stinga seg upp.
Hesaferð megnaðu tær eisini at halda nullið í ein hálvleik, men tær á EB-liðnum vóru nógv ágrýtnari og vunnu uppiborið.