Klaksvíkingurin, sum varð sproytaður í fjør og sum er í góðum standi, stendur í neystinum, og tað er greitt, at hvørki hann ella átta mannafarið hjá klaksvíkingum, sum eitur Nevið Reyða og sum eisini er í góðum standi, verða flotaðir í ár.
? Vit umhugsaðu, um vit skuldu royna at taka lut á norðoyastevnu við 10-mannafarinum, men vit slerdu av. Vit hava ikki vant, og skuldu vit manna bátin, so høvdu fleiri nevndarlimir verið noyddir at sett við árarnar, og tað hava vit ikki stundir til, nú vit hava fyrireikað stevnuna.
Tað er Elias Zachariasen, sum sigur hetta. Á aðalfundinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag fyri einum mánað síðani, varð hann nývaldur formaður í felagnum. Í nevndini saman við honum eru Heidi Andreasen, næstformaður, Fróði Waag, kassameistari, Rósa Petersen, skrivari, og Sigfríður Venned, nevndarlimur. Hesin seinast nevndi hevur áður verið formaður í felagnum.
Tá vit høvdu samband við formannin hóskvøldið, vóru teir komnir heilt væl áleiðis við at fyrireika tað, sum teimum hoyrir til í fyrsta FM róðrinum, ið verður seinnapartin leygardagin.
? Í so máta eru vit væl fyri. Fleiri av teimum, sum áður hava verið við til at manna nevndina og sum tískil hava royndirnar og vita, hvat og hvussu hetta ymsika skal skipast, vísa áhuga fyri felagnum og hjálpa til.
Róðrarsambandið kemur við sínum fólki at skipa fyri og hava eftirlit við sjálvum róðrinum. Felagið í Klaksvík skal millum annað syrgja fyri øki til bátarnar at standa á, at manningarnar fáa ein bita at eta undan róðrinum (tað verður í hølunum hjá húsmøðrafelagnum), teir handa steyp og heiðursmerki (Jógvan Lützen, formaður í mentunarnevndini handar ognarsteypini, sum Føroya Bjór, Kósin og handilin Hjá Hjørleif hava givið, umframt ferðasteypini og Klaksvíkar Hornorkestur fer at blása lív í!), og so standa teir fyri innkrevjingini.
Klaksvíkingurin Hallur Ellingsgaard, sum er búsitandi í Oyndarfirði, er ein av startdómarunum hjá Róðrarsambandinum. Hann hevur í mong ár lagt bátarnar á norðoyastevnu, og tað fer hann at gera aftur hesa ferð.
? Málið hjá 10-mannaførunum er tvey túsund metrar. Í fjør var eitt sindur av práti um, at umstøðurnar vóru ikki nóg góðar úti undir Kunoyarnesi. Vit hava verið har úti í vikuni, og tú kanst heilsa bátsmanningunum, at umstøðurnar eru góðar har nú. Hvussu veðrið fer at laga seg, eru vit ikki harrar yvir, men vit hava loyvi at vóna tað besta, nú veðrið hevur verið so gott so leingi, sigur formaðurin í kappróðrarfelagnum í Klaksvík.
Byrja av nýggjum
Klaksvíkingar bjóða fólki aðra staðni frá úr landinum at rógva kapp í Klaksvík, men teir taka ikki lut í trimum teimum størstu bátastøddunum á mannfólkasíðuni. Vit spyrja Elias Zachariasen, um tað ikki er undarligt at vera formaður í einum felag, sum er so lítið aktivt.
? Hatta er veruleikin, og tað kundi verið uppaftur verri, tí tað sá einki út til at nakar bátur fór at verða mannaður. Tíbetur eydnaðist tað. Ritan, sum tey norðuri í Sundi eiga, er mannað bæði við gentum og dreingjum, og Fípan Fagra er mannað við dreingjum. Ritan er í góðum standi, meðan Fípan Fagra krevur eina umvæling eftir stoytin hon fekk fyri einum tveimum árum síðani. Páll Fangi er mannaður við gentum, sum áður hava roynt seg, og allir bátarnir hava lagt nógva orku í venjingina henda síðsta mánaðin og gott og væl tað.
Formaðurin sær framtíðarvónir í tí, at bátarnir við yngstu manningunum nú eru mannaðir:
? Tað hevur verið oyðasørt til kappróður í Klaksvík í nógv ár. Í áttati árunum vunnu genturnar við Páll Fanga, og onkuntíð hevur Fípan Fagra á onkrari stevnu verið millum teir fremstu, men vit skulu heilt aftur til 1970 fyri at finna Klaksvíkingin millum vinnararnar. Tað árið vann hann á norðoyastevnu og eisini á jóansøku í Vági og á vestanstevnu í Sørvági, men síðani hevur verið illa vorðið, og tá úrslitini ikki eru góð og luttøkan er lítil, so býtur hetta seg í hælan og tilgongdin verður lítil. Okkurt árið hava tey, sum hava gingið í skúlarnar í Klaksvík, men sum hava verið ættaði aðra staðni frá, mannað bátarnar uppundir norðoyastevnu, men tá tey eru farin heim í summarfrí, er tað dottið niðurfyri. Nú eru tað ungfólk í Klaksvík, sum mannað bátarnar. Tað eru fleiri, sum hava átikið sær at lagt teimum lag á, og vit vóna, at tað fer at hilnast væl. Verður tað, sum vit vóna, so áttu tað ikki at gingið fleiri ár, áðrenn Klaksvíkin aftur taldist millum tey plássini, sum gera um seg í kappróðri. Tað hevði ikki verið meiri enn rímuligt, men vit vita, at tað skal støðugt og miðvíst arbeiðið til.
? Vit síggja royndina í ár sum eina íløgu í framtíðini, og tað gleðir okkum í nevndini, at tað longu nú eru onkur av teimum ungu, sum hava sagt, at komandi ár ætla tey at rógva. Hugin hava tey fingið við at hyggja at venjingunum, og tað var júst eitt av málunum við íløguni í ár.jh