Børn í Varðanum á Skála savnað 10.000 krónur til Team Rynkeby

Seinasta mánaðin hava børnini í Frítíðarskúlanum Varðanum á Skála miðvíst vant sjónleikin Emil í Lønnibergi

Verkætlanin hevur verið liður í námsfrøðiliga arbeiðinum, har dentur hevur verið á samspæl, skapandi evni og dirvi. Seinastu tríggjar dagarnar hava børnini framført leikin fyri foreldrum og avvarandi.

 

Framførslurnar vóru eisini skipaðar við tí endamáli at savna pening til Team Rynkeby, so at allur peningurin, sum kom inn, fór til eitt gott endamál. Í hesum sambandi varð eisini seldur matur og drekka. Hetta varð gjørt við góðum stuðli frá Kjølbro, MBM og Effo á Strondum.

 

Úrslitið var sera gott. Børnini savnaðu heilar 10.000 krónur sum vórðu handaðar Team Rynkeby mikudagin 17. juni.

 

Frítíðarskúlin Varðin fegnast um góða úrslitið og arbeiði hjá børnunum, og takkar samstundis øllum, sum hava stuðla tiltakinum og góða endamálinum.