Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?
- Eg fari ikki av landinum í summar. Mær dámar so sera væl føroyska summarið - bara at vera heima, ganga túrar í haganum, slappa av, hugna mær saman við mínum nærmastu og njóta føroyska summarið við tí, ið har til hoyrir.
Tað sigur Jónleyg J. Bech.
- Onkur festivalur og onkur stevna verða nokk eisini á skránni. Eg havi ikki planlagt mær nakað ferðamál í Føroyum enn, men tað kann henda so knappliga, leggur hon aftrat.
Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?
- Børnini, verdótturin, ommusonurin og eg fara ein túr til Tenerifa í oktober, og tað gleði eg meg sera nógv til.
Jónleyg J. Bech vísir á, at í ár eru 30 ár liðin, síðan hon knýtti vinabond við eina av sínum sera góðu vinkonum, og í tí sambandi er ein túrur til Róm uppá tal í september.
- Vónandi verður hesin túrur til veruleika, sigur hon.
Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?
- Eg eigi enn til góðar at vitja fleiri av smærru oyggjunum, men ætlanin er at vitja tær innan alt ov langa tíð. Vónandi kann eg seta x við onkrar av teimum í ár.
Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast?
- Eg fái nýggja orku, tá eg ferðist, bæði í Føroyum og uttanlands. Bestu feriurnar hava tó verið í Føroyum, tá børnini vóru smá.
Jónleyg J. Bech sigur, at tað hevur týdning fyri hana at vera saman við og skapa góðar løtur og góð minnir saman við fólki, sum standa henni nær.
- Tá kemur sjálvt ferðamálið kanska eitt sindur í aðru røð, sigur hon.
Lesið eisini: Asfinn kennur landið
https://www.in.fo/news-detail/asfinn-kennur-landid










