Tað tódnaði eitt sindur í toppinum

Fótbóltur: Men munurin millum tey bæði oddaliðini, sum bresta saman í Gundadali um tvær vikur, er framvegis tann sami

Eina løtu seinnapartin sunnudagin sá tað út til, at munurin millum tey bæði fremstu liðini í 1. deild skuldi tódna til eitt stig. HB var aftanfyri 1-0 á Vágseiði, og KÍ var á odda 1-0 í Gøtu. Men í síðsta enda megnaði HB at bjarga einum stigi. KÍ misti samstundis leiðsluna, og tað vil siga, at munurin millum fremsta og næstfremsta liðið framvegis er fýra stig.

Í fjør vístu vit fleiri ferðir á, at tá tað ríður um snarið, so vísir tað seg ofta, at tann, sum er best fyri, hevur eydnuna við sær. Í fjør sóu vit hetta fleiri ferðir hjá B36, og so kunnu vit leggja í tað, hvat vit vilja, at HB, sum lá undir móti VB, megnaði at tiltuska sær eitt stig, samstundis sum KÍ, ið leingi var omaná bæði í spæli á málum, ikki megnaði meiri enn javnleik. Komandi vikuskifti er norðoyastevna, og tá er tørnið komið til KÍ at royna seg móti VB. HB skal inn á Toftir, har teir í fjør vunnu knúsandi stórsigur. Og um tvær vikur verður ? við úrslitunum og støðutalvuni higartil í huga ? ársins fyrsti stórdystur. Tey, sum minnast eitt sindur aftur í tíðina, vita, hvat tað snýr seg um, tá HB og KÍ liggja ovast og møtast í Gundadali. Men nú skal komandi vikuskifti fáast frá hondini fyrst.


Munurin ikki stórur

Heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað tvørámonnum at vinna á heimavølli. Við allari virðing fyri ÍF, so mugu vit staðfesta, at tað eru júst slíkir dystir, sum TB skal vinna, um teir ætla sær at sleppa burtur frá niðurflytingarstrikuni.

Nú hevur einki felag fult stigatal, og við úrslitunum seinastu vikurnar í huga, so kunnu vit ikki annað enn staðfesta, at tað gongur upp og niður, og tað skapir spenning. NSÍ varð smurt av í Klaksvík, og nú eru teir komnir upp á síðuna av KÍ í stigum.


Nú mugu teir

fylgja við

Gøtumenn hava ilt við at fylla í stigaposan, men spælið í vikuskiftinum boðaði frá, at tað man fara at koma. Men tað er torført hjá teimum at fara til Sumbiar. Um teir skulu hugsa um annað, enn at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, so er alneyðugt hjá teimum at vinna í Sumba.

Teir í Runavík vistu undan vikuskiftinum, hvussu týdningarmikið tað var at vinna á heimavølli móti Sumba. Eftir tveir ósigrar á oddaliðunum fótaðu teir sær aftur. Heimasigurin hjá NSÍ og javnleikurin hjá GÍ móti Kí kunnu fara at vísa seg at hava stóran týdning fyri sjálvsálitið. At tað er í lagi hava vit sæð so nógv dømi um.

Komandi sunnudag taka meistararnir í B36 móti botnliðnum TB. Tvørámenn góvu HB ein kvøkk 10. mai, men HB slapp burtur úr tí við skrekkinum. Teir vunnu 4-3. Skal B36 hugsa um at vera við í stríðnum um heiðurskrónurnar, so skulu teir vinna á heimavølli móti TB.


Stríggið at vera

á landsliðnum

Hesa vikuna verður tað strevið hjá teimum, ið eru á landsliðnum. Seinnapartin í gjár fóru teir á flog, og feløgini, sum teir umboða, verða órógvað í venjingini alla hesa vikuna. Hetta merkist serliga hjá B36, GÍ og HB, sum eiga nógvar landsliðsspælarar, meðan t.d. Jóannes Jakobsen kann leggja sína venjing í Klaksvík til rættis akkurát, sum hann plagar, tí eingin KÍ spælari er á landsliðnum.

Klaksvíkingar undrast eitt sindur á, at liðið, sum í løtuni tykist vera eina best fyri, einki umboð hevur á landsliðnum, men tað er kanska ikki so undarligt alíkavæl. Landsliðsvenjarin heldur seg til sítt lið, og hann tekur onkrar nýggjar spælarar inn, tá hann heldur, at teir hava sýnt støðug avrik, sum geva rætt til landsliðssess. Dømi um hetta eru Hans Fróði Hansen, sum í ár hevur vunnið sær landsliðssess, og Sámal Joensen, sum eftir tógvið stríð í fjør vann sær sess á føroyska liðnum. Hvør klaksvíkingur, sum spælir við KÍ, verður tann fyrsti at fáa landsliðsboð, kunnu vit gera okkum metingar um, men verða teir komandi mánaðirnar so væl upplagdir, sum teir hava verið hetta vikuskiftið, so verður boð eftir onkrum teirra eftir summarfrítíðina, tá EM undankappingardystir á heimavølli vera á skránni.