Sjálvræðið hjá Grønlandi er eitt mark, sum ikki má farast um, men USA hevur eina reyða linju, og tað er atlitini til sín sjálvs, sambært sersendimanninum hjá USA í Grønlandi, Jeff Landry.
Tað segði hann á vitjanini á heimsins størstu oyggj við grønlendska miðilin Sermitsiaq.
– Tað er bara ein linja til okkara. Hon er reyð, hvít og blá. Tit mugu minnast til, at virðingin hjá forsetanum fyri Grønlandi stendst av, at Grønland liggur beint innanfyri á vestaru hálvkúlu, sigur Jeff Landry við grønlendska blaðið.










