bendir á, at soleiðis verður tað eisini hesa ferð. Tá ið tað er so tætt í kapping, er tað meiri enn so komið fyri, at harða kappingin gongur út yvir onkran annan. Tí er tað ivaleyst soleiðis, at Javnaða [...] staðni. At heilt fáar atkvøður verða fluttar millum flokkar, sum eru í tættari kapping um ein sess í løgtinginum, kann hava avgerandi týdning fyri úrslitið. Veljarakanningin hóskvøldið bendir á, at tað verður [...] hesa ferð, er tað sera týdningarmikið at hava ognað sær ein valdømisvaldan tingmann í hesum valdøminum, har tað skulu færri atkvøður enn nakra aðra staðni til at fáa valdømisvalt umboð. Javnaðarflokkurin
gjørt fyri at hesi fólk fáa møguleika at fóta sær aftur í lívinum, við m.ø. møguleikanum fyri búfelagsskapi eftir viðgerðina. Blákrosskaféin er eisini ein týðandi liður í sosiala arbeiðinum at skapa gott [...] Fíggjarlógaruppskotið 2004 Undanfarna samgonga setti sær fyir at bøta um viðurskiftini hjá heimleysum í Føroyum. Hetta var gjørt á tann hátt at 2 mió. kr. vóru settar av á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 [...] og hinum stovnunum. Landsuppgáva Í hesum føri er rætt av landsmynduleikunum at gjalda fyri íløguna, tí tað kann ikki sigast at Tórshavnar kommuna einsamøll eigur trupulleikan við heimleysum, tá tað jú eru
er, at dagatalið er sett soleiðis, at í miðal yvir nøkur ár verður fiskað tað, sum hvør stovnur framleiðir, og ikki meiri. Við alsamt vaksandi veiðiorku í fiskiskipaflotanum er neyðugt, alsamt at stilla [...] flestu stovnunum av botnfiski undir Føroyum kunnu verða, uttan at hetta nervar tilgongdina framyvir. Men heldur ikki eiga vit at miða eftir at fáa hesa vitan. Einhvør skipan má nýtast við virðing fyri fo [...] lógini um vinnuligan fiskiskap til uppgávu at ráðgeva Føroya Landsstýri í málum um burðardyggan fiskiskap, og hevur í hesum sambandi í fleiri ár mælt til at minka um dagatalið. Hetta við virðing fyri
er einki at ivast í, at VB vil geva heilt nógv, til tess at tryggja sær sigurin sunnudagin. Eitt meistaraheitið verður ongan tíð latið við góðum vilja, og í Vági man vónin í øllum førum vera, at steðgurin [...] hampuliga tryggum oddasessi. Somikið tryggur er oddasessurin vorðin, at fær Stjørnan tvey stig burtur dystinum, nú VB aftur kemmur á vitjan, so er at kalla allur spenningur í gullstríðnum farin burtur. Stjørnan [...] næsta liðið á stigatalvuni, og tó at møguleikin ongan tíð skal útihýsast, so tykjast tað bert vera dystirnir í Vági og í Vestmanna, har Stjørnan veruliga hevur orsøk at óttast nakran stigamiss. Í øllum
samráðingunum, og tí skulu teir hava møguleika at nærlesa alt samgonguskjalið úr enda í annan. Fleiri yvirtøkur á skránni Útvarp Føroya veit at siga, at fleiri yvirtøkur eru á skránni í komandi valskeiði [...] greitt, at talan verður um seks aðalráð, og flokkarnir fáa tvey málsøki í part. Men flokkarnir fara óivað at bítast og klórast um tey tungu málsøkini. Sambands- og Fólkaflokkurin fara óivað at stríðast [...] Eftir at tann gordiski knúturin um pensjónsmálið varð loystur mikudagin, høvdu partarnir bert spurningin um skipan av málsøkjum eftir at viðgera hósdagin seinnapartin. Samgongan millum Javnaðarflokkin
børn vóru órógvað og tordu illa at ganga ímillum húsini. So harður var tann eini bresturin, at hús á eystara armi á Skálafjørðinum meira at kalla skulvu. Fólk eru samd um, at tey ongantíð áður hava hoyrt [...] Skeel. Hann vísir á, at sjálvt buldrið kemst av, at snarljósið, sum eru kraftmiklar ljóðbrygjur, ið gerast ógvuliga heitar, slær niður. - Tá ið toran gongur, er skilagott ikki at ganga undir trøum ella [...] ger sítt til, at nógv væta er í luftini. Hendan dagin var rættiliga lýtt í veðrinum, og tað gjørdist lýggjari, sum kvøldið leið. Samstundis kom ein kuldabrúgv inn yvir okkum, soleiðis at tað var lýtt í
til at syngja. Vit hittust fyrst úti á Argjum hjá Randi, har vit skuldu eitast at venja, men satt at siga gjørdist tað heldur ein hugnaløta við venindusnakki, at hyggja at gomlum myndum og ikki at gloyma [...] heim. Vit koma ikki aftur at syngja saman her á jørð. Í dag syngur Randi í tí Himmalska kórinum, har sangurin er brimduni líkur, sum skaldið tekur til. Fjálgt er at vita, at har skulu vit ein dag aftur [...] starandi av kavaflykrunum, ið júst eru farnar at falla og mana góð gomul minni fram, brýtur telefonin tøgnina: Randi er farin. Settist hond undir kinn og aftur lítandi at teimum lætt leikandi flykrunum rennur
og tilkomin, at virðismeta øðrvísi medmenniskju, ið hava sama rætt at vera til, tá ið pláss skal vera fyri øllum, í hvørjari kommunu? Vit skulu minnast til, at eingin er meira enn onnur og at øll í dag eru [...] hugsjónir, hjá øllum líkist nábúgvan, ið eisini hevur eitt summarhús at fara til? Vit kunnu hyggja at øllum veitslulagi um høgtíðir, ið eiga at vera rúsfríar í hvørjum heimi, í hvørjari kommunu, í hvørjari oyggj [...] oyggj, hugsi um tað til tær komandi høgtíðir? Vit eiga øll at broyta raðfestingar við at taka sosialu vælferðina fram um ta materiellu vælferðina, tá vit øll skulu hugsa um fólkaheilsuna í komandi tíðum
Garði, stjóri á Postverki Føroya. Hann sigur, at tað framvegis er soleiðis, at partar av pakkapostinum eru ein dag longri ávegis, enn ynskiligt hevði verið, men at eingir nevniverdugir trupulleikar annars hava [...] dylur ikki fyri, at hann hevur verið eitt sindur atfinningarsamur onkuntíð, tá talan hvur verið um postflutningin, síðan Atlantsflog fór at flyta postin millum lond. Men hann leggur dent á, at Atlantsflog tykist [...] rætt stað, og nú tykist, sum at hetta eisini er í lagi, sigur hann. Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi, sum hevur postflutningin millum Føroyar og útheimin um hendur, váttar, at onkur smávegis trupulleiki
Kári Olsen hevur í lesarabrævi í bløðunum greitt lesarunum frá, at hann ferðaðist gjøgnum Vága-tunnilin tann 3. november í ár og finst at rokning, ið hann hevur fingið. Sum tað gongur fram av rokningini [...] ferðina 3. november fer hann at fáa ein av komandi døgunum. Fyri ferðir gjøgnum Vágatunnilin innan 1. november í ár, tá ið "Koyr bara" var sett í verk, er yvirhøvur galdandi, at ferðandi, uttan kubba, fingu [...] ferðir eftir 1. november verða sendar út í hesum døgum og koma annars framyvir at verða sendar vikuliga, um-leið eina viku eftir at ferðast hevur verið gjøgnum Vágatunnilin. Kundaeyðkennið er eitt heldur langt