Eftir at tann gordiski knúturin um pensjónsmálið varð loystur mikudagin, høvdu partarnir bert spurningin um skipan av málsøkjum eftir at viðgera hósdagin seinnapartin. Samgongan millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin tykist tí at nærkast alsamt.
Mikukvøldið viðgjørdu flokkarnir skúla-, menta-, kommunu-, orku-, umhvørvis-, økismenningar- og uttanríkismál. Hesi málini eru nú liðugt viðgjørd, men tó er onkur smávegis ósemja um uttanríkismálini, sum tí ikki heilt er komið undir land.
Eftir er so skipanin av málsøkjum og tí almennu fyrisitingini. Í løtuni eru níggju aðalráð, og flokkarnir eru samdir um, at hetta talið er ov stórt. Spurningurin er so, hvussu málini undir teimum niðurløgdu aðalráðunum skulu skipast, og hvar tey skulu leggjast.
? Nú er bert eftir at viðgera bygnaðin av almennu fyrisitingini, segði Jóannes Eidesgaard hósmorgunin.
Hetta er annars tað síðsta málið, sum flokkarnir fara at viðgera, áðrenn málsøkini skulu býtast millum flokkarnar. Tá skipanin av almennu fyrisitingini er fingin undir land, hava flokkarnir tað fyrsta útkastið til eitt samgonguskjal.
Tá samgonguskjalið er liðugt skrivað, skulu flokkarnir hava tað aftur til viðgerðar. Ikki allir tinglimirnir hava verið við til allar partar av samráðingunum, og tí skulu teir hava møguleika at nærlesa alt samgonguskjalið úr enda í annan.
Fleiri yvirtøkur á skránni
Útvarp Føroya veit at siga, at fleiri yvirtøkur eru á skránni í komandi valskeiði, um hendan samgongan kemur undir land.
Útlendingaøkið og fólkakirkjan eru millum málsøkini, sum eftir ætlan skulu koma á føroyskar hendur.
Samráðingarleiðarin Jóannes Eidesgaard vil ikki siga nakað um hesi tíðindini. Hann vil ikki úttala seg um smálutir í samgonguskjalinum, men vil bert greiða frá høvuðsmálunum í samráðingunum.
Enn er kanska ein tann torførasti spurningurin eftir. Tað spurningurin um, hvussu málsøkini skulu býtast millum flokkarnar. Tað tykist greitt, at talan verður um seks aðalráð, og flokkarnir fáa tvey málsøki í part.
Men flokkarnir fara óivað at bítast og klórast um tey tungu málsøkini. Sambands- og Fólkaflokkurin fara óivað at stríðast um landsstýrissessin í fíggjarmálum, men hesin spurningurin skuldi viðgerast hóskvøldið og fríggjadagin.
Fólkaflokkurin á fund
Hósmorgunin hevði Fólkaflokkurin floksleiðslufund, har umboð fyri tey lokalu valfeløgini, tingmanning, landsstýrismenn og floksleiðslan vóru til staðar. Á fundinum skuldi baklandið í flokkinum kunnast um samgongusamráðingarnar. Harumframt skuldi valið eftirmetast av fundarfólkinum.
Spurningurin er so, um bakland fólkafloksins gevur tingmanningini stuðul til at halda fram í samráðingunum.