Koyr bara - svar til Kára Olsen

Dávid Reinert Hansen
26. november 2004
??????
Kári Olsen hevur í lesarabrævi í bløðunum greitt lesarunum frá, at hann ferðaðist gjøgnum Vága-tunnilin tann 3. november í ár og finst at rokning, ið hann hevur fingið.
Sum tað gongur fram av rokningini, sum er prentað saman við greinini, hevur hann eisini ferðast gjøg-num Vágatunnilin 19.09.04 kl 17:27:40 og snýr rokn-ingin seg um hesa ferðina.
Rokningina fyri ferðina 3. november fer hann at fáa ein av komandi døgunum.
Fyri ferðir gjøgnum Vágatunnilin innan 1. november í ár, tá ið "Koyr bara" var sett í verk, er yvirhøvur galdandi, at ferðandi, uttan kubba, fingu eina rokning á stað-num. Vit hava fram til hálvan november sent teim-um, sum ikki hava goldið hesar rokningar, áminningar.
Rokningar fyri ferðir eftir 1. november verða sendar út í hesum døgum og koma annars framyvir at verða sendar vikuliga, um-leið eina viku eftir at ferðast hevur verið gjøgnum Vágatunnilin.
Kundaeyðkennið er eitt heldur langt nummar, sum eintýðugt staðfestir hvør ferð talan er um - við "Koyr bara" skipanini er framyvir nóg mikið at upplýsa nummarplátu og dagfesting fyri ferðina ella ferðirnar, tá ið goldið verður, um kundaeyðkennið tykist ov langt og fløkt.
Á heimasíðu okkara er upplýst bústaður og telefonnummar og er Kári Olsen vælkomin at ringja ella skriva til okkara - eins og nógv av viðskiftafólkum okkara gera, eins og hann eisini er vælkomin at senda teldupost til
tunnil@tunnil.fo
Ivi verður sáddur um rættin hjá p/f Vágatunlinum til at krevja inn nýtslugjald. Upplýsast kann, at rætturin er staðfestur í løgtingslóg nr 6 frá 8. feb 2000, og verður nýtslugjaldið og møgulig eykagjøld ásett av nevndini í partafelagnum.
? Vit hava ikki verið fegin um tekstin á teimum fakturum, ið vit hava sent út, við tað at hann kann tykjast heldur kantutur og insinuerandi. Við "Koyr bara" skipanini hava vit fingið ein tekst, sum betur svarar til tað, sum vit ynskja okkum, og sleppa vónandi framyvir undan at dúa so mikið uppá tolið hjá viðskiftafólki okkara, sum higartil hevur verið neyðugt.