Páll stavn um stavn við Fólkaflokkin

Javnaðarflokkurin í Sandoynni varðveitir sína undirtøku, meðan stóra afturgongdin hjá Tjóðveldisflokkinum og framgongdin hjá Fólkaflokkinum bera við sær, at Fólkaflokkurin hevur góðar møguleikar at endurvinna umboðanina, sum teir síðst mistu til Tjóðveldisflokkin

SANDOYAR VALDØMI

Tað er ovurstórur spenningur um valið í Sandoyar valdømi. Í minsta valdøminum telur hvør einstøk atkvøða lutfalsliga meiri, enn hon ger nakra aðra staðni. At heilt fáar atkvøður verða fluttar millum flokkar, sum eru í tættari kapping um ein sess í løgtinginum, kann hava avgerandi týdning fyri úrslitið. Veljarakanningin hóskvøldið bendir á, at tað verður stríðið í hesi vikuni um heilt fáar atkvøður í Sandoyar valdømi, sum fara at gera av, hvør skal umboða valdømi í nýggja løgtinginum.
Sandoyar valdømi verður roknað sum lyklavaldømi. Serliga tá ið tað er stórt trýst á eykamonnunum, soleiðis sum tað tykist skula vera hesa ferð, er tað sera týdningarmikið at hava ognað sær ein valdømisvaldan tingmann í hesum valdøminum, har tað skulu færri atkvøður enn nakra aðra staðni til at fáa valdømisvalt umboð.
Javnaðarflokkurin var størstur á valinum fyri tveimum árum síðani, og sambært kanningini verður hann aftur størstur hesa ferð. Javnaðarflokkurin fær 34,4% og harvið størri undirtøku enn seinast. Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin vóru í kanningini stavn um stavn í kappingini um seinna Sandoyar tingmannin: Fólkaflokkurin 23,9% og Tjóðveldisflokkurin 23,5 %. Tá ið hagtalsliga óvissan í sovorðnari kanning verður tikin við, so er at staðfesta, at flokkarnir eru púra javnir.
Tjóðveldisflokkurin við landsstýrismanninum Pálli á Reynatúgvu sum høvuðsvalevni hevur sammett við valið í 2002 mist 5,7 %, og Fólkaflokkurin hevur vunnið 2,7 %.
Ofta hava tvær og tríggjar atkvøður verið á muni millum umboðan og ikki umboðan í Sandoyar valdømi. Kanningin hóskvøldið bendir á, at soleiðis verður tað eisini hesa ferð.
Tá ið tað er so tætt í kapping, er tað meiri enn so komið fyri, at harða kappingin gongur út yvir onkran annan. Tí er tað ivaleyst soleiðis, at Javnaðarflokkurin í Sandoyar valdømi ikki kennir seg heilt tryggan, men tað skal vilja illa til hjá teimum, um sessurin, sum Gerhard Lognberg hevur røkt stutta valskeiðið, ikki verður endurvunnin.
Eins og alla aðra staðni kring landið, tykist Sambandsflokkurin at fáa betri val í Sandoyar valdømi hesa ferð, enn hann hevði seinast. Men Sandoyar valdømi má roknast sum einasta valdømið, har Sambandsflokkurin ikki tykist hava stórvegis møguleika at vinna sær valdømisvaldan tingmann. Higartil hevur tað ongantíð eydnast Sambandsflokkinum at vinna sær umboðan í Sandoyar valdømi.