Síðsta leygarkvøld var ógvusligur torusláttur um landið. Onkustaðni gekk toran ógvuliga hart á, og børn vóru órógvað og tordu illa at ganga ímillum húsini. So harður var tann eini bresturin, at hús á eystara armi á Skálafjørðinum meira at kalla skulvu. Fólk eru samd um, at tey ongantíð áður hava hoyrt so harðan brest, tá ið toran hevur gingið.
Føroya Tele lýsti við, at tele-og sjónvarpssamskifti í onkrum øki var farið, tí toran hevði sligið niður í útbúnaðin.
Hiti og kuldi
Sosialurin vendi sær til Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðing og spurdi hann, hví toran mundi gera so nógv um seg júst hendan dagin. Vit spurdu hann, hvat tað er, sum hendir, tá ið toran gongur.
- Toran gongur, tá ið luftin er óstøðug, og tað ger sítt til, at nógv væta er í luftini. Hendan dagin var rættiliga lýtt í veðrinum, og tað gjørdist lýggjari, sum kvøldið leið. Samstundis kom ein kuldabrúgv inn yvir okkum, soleiðis at tað var lýtt í neðra og kalt í erva. Undir slíkum umstøðum, fellir hitin skjótt uppeftir, og vit fáa snarljós og torusláttur.
Petur sigur, at tá ið buldrið kemur skjótt eftir snarljósið, er ?útloysingin? beint uppi yvir, har tú ert staddur.
- Tað er snarljósið, sum ger skaða og ikki buldrið. Snarljósið kann oyðileggja el-útbúnað, seta eld á og annars gera skaða á tað, sum livandi er.
Hann sigur, at tá ið toran slær niður, sum vit rópa tað, er útloysingurin millum skýggið og jørðina. Í øðrum førum er hann millum tvey skýggj.
Kraftmiklar ljóðbylgjur
Veðurfrøðingurin sigur, at tað er spenningurin millum skýggini og jørðina ella spenningurin millum tvey skýggj, sum útloysir snarljósið og buldrið.
- Talan er um stóran spenning, sum er nógv túsund volt, sigur Petur Skeel.
Hann vísir á, at sjálvt buldrið kemst av, at snarljósið, sum eru kraftmiklar ljóðbrygjur, ið gerast ógvuliga heitar, slær niður. - Tá ið toran gongur, er skilagott ikki at ganga undir trøum ella øðrum, sum stendur uppeftir. Slær snarljósið niður í trø, pelar ella antennur, kann tað eisini sláa niður í fólk ella djór, sum ganga undir hesum, sigur Petur Skeel Jacobsen.