Holgar Jacobsen heldur jól á Lanzarote

- Sum barn vóru tað serliga gávurnar og Jesusbarnið, ið fyltu nógv um jólini. Nú er tað meira ein eygleiðing av tí farna og ynskir um tað komandi, sigur Holgar Jacobsen

Hvar verða jólini hildin í ár?

 

- Fyri fyrstu ferð í seksti tvey ára lívi mínum verða jólini hildin uttanlands, nevniliga á Lanzarote, um alt gongur eftir ætlan.

 

Tað sigur Holgar Jacobsen.

 

Hvat verður etið um jólini?

 

- Vanliga eta vit dunnu jólaaftan og ymiskt kjøt fyrsta og annan jóladag.

 

Hann vísir á, at hesaferð hevur kona hansara verið so umhugsin at bjóðað pørtum av familjuni til dunnu longu 5. desember.

 

Hevur tú eitt jólaynski?

 

- Míni størstu ynski eru, at vit fáa eina friðarligari jørð, har heimsins leiðarar kunnu finna okkurt slag av semjum, so ósek menniskju ikki líða meira. Hitt ynskið er, at míni nærmastu hava tað gott.

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

 

- Jólini hava stóran týdning fyri meg. 

 

Hann vísir á, at sum barn vóru tað serliga gávurnar og Jesusbarnið, ið fyltu nógv um jólini. Nú er tað meira ein eygleiðing av tí farna og ynskir um tað komandi.

 

- Jólini eru ofta eisini ein minnisstund yvir tey, ið ikki eru við okkum hesi jólini, men veruliga orsøkin, hví vit halda jól, stendur framvegis stinn, sigur Holgar Jacobsen.

 

(Fleiri svar eru í VikuskiftisSosialinum - jólablaðnum - sum fæst til keyps í blaðsølunum)