Óli Jacobsen sigur ósatt

Tað passar ikki, at leiðandi fiskifrøðingar á Fiskirannsóknarstovuni mótarbeiða fiskidagaskipanini, sum Óli Jacobsen skrivar á forsíðuni í FF-blaðnum 29. januar 2004.

Hjalti í Jákupsstovu

Fiskirannsóknarstovan var við í nevndini, sum kom við tilmælinum um skipanina, tók undir við henni tá og tekur undir við henni enn.
Fiskirannsóknarstovan hevur sambært lógini um vinnuligan fiskiskap til uppgávu at ráðgeva Føroya Landsstýri í málum um burðardyggan fiskiskap, og hevur í hesum sambandi í fleiri ár mælt til at minka um dagatalið. Hetta við virðing fyri fiskastovnunum og dagaskipanini, og fyri at dagaskipanin skal virka sum ætlað. Tað er ein stór misskiljing, um hetta verður fatað, sum um Fiskirannsóknarstovan er í móti dagaskipanini. Tað er beint tvørtur ímóti.
Grundarlagið undir skipanini er, at dagatalið er sett soleiðis, at í miðal yvir nøkur ár verður fiskað tað, sum hvør stovnur framleiðir, og ikki meiri. Við alsamt vaksandi veiðiorku í fiskiskipaflotanum er neyðugt, alsamt at stilla dagarnar til henda vøkstur. Fiskirannsóknarstovan nýtir, sum er , stovnsmetingarnar til at meta um veiðiorkuna, og við tí hagtalstilfari, sum er til taks, og við tí játtan til kanningar, sum er, er einki betur tilfar.
Tilgongdin av ungum fiski skiftir frá einum ári til annað, og viðhvørt eru fleiri ring ár upp í røkur, sum til dømis alla seinnu helvt av áttati árunum. Dagatalið má tí eisini setast so, at stovnarnir tola vánaliga tilgongd í fleiri ár, uttan at ganga gýtingarstovnunum ov nær. Tíbetur vita vit ikki, hvussu smáir gýtingarstovnarnir av flestu stovnunum av botnfiski undir Føroyum kunnu verða, uttan at hetta nervar tilgongdina framyvir. Men heldur ikki eiga vit at miða eftir at fáa hesa vitan.
Einhvør skipan má nýtast við virðing fyri fortreytunum fyri skipanini, og hetta er eisini galdandi fyri dagaskipanini. Síðan 1996 hevur frameiðslan av æti undir Føroyum verið góð, og hetta hevur eisini givið góða framleiðslu av fiski. Men hyggja vit afturlítandi eftir, hvussu væl t.d. toskur undir Føroyum er vaksin, vita vit, at hetta er ikki altíð so, og hesum mugu vit eisini taka hædd fyri.
Umboð fyri Fiskirannsóknarstovuna hava í trimum førum í 2003 verið uttanlands og greitt frá skipanini, í Bergen í august, í Hetlandi í september og í Edinburgh í oktober, og sagt frá hví hon er góð fyri okkum.