Atlantsflog hevur spent seg út og fingið allan jólapostin fluttan til og av landinum til tíðina, sigur Bergur i Garði, stjóri á Postverki Føroya.
Hann sigur, at tað framvegis er soleiðis, at partar av pakkapostinum eru ein dag longri ávegis, enn ynskiligt hevði verið, men at eingir nevniverdugir trupulleikar annars hava verið við postflutninginum.
Bergur í Garði dylur ikki fyri, at hann hevur verið eitt sindur atfinningarsamur onkuntíð, tá talan hvur verið um postflutningin, síðan Atlantsflog fór at flyta postin millum lond. Men hann leggur dent á, at Atlantsflog tykist rættiliga hava tikið í nakkan á sær sjálvum og klárað uppgávuna, felagið hevur átikið sær, til fulnar.
Postflutningurin plagdi at vera ógvusligur um jóltíðir, um roknað verður í mun til aðrar tíðir á árinum. Men tað er ikki heilt soleiðis meira, sigur postverksstjórin.
?Fyrr kom jólaposturin i eini stórari rúgvu stutt undan jólum. Men nú tykist tað, sum hetta verður spjatt yvir longri tíðarskeið, umframt at umstøðurnar sum heild eru vorðnar nógv betri. Bæði til flutning millum lond og eisini innanlands, sigur Bergur í Garði.
Postinum er lógartryggjaður flutningsrættur, so hann hevur líkasum ein frammíhjárætt, sigur hann. Øðrvísi er við farmaflutningi, sum Postverkið eisini hevur nakað av.
?Har hevur tað verið onkur smávegis trupulleiki seinnu tíðina, har vit hava bíðað eftir farmi, sum hevur ligið eftir, sigur Bergur í Gaðri. Gjørt er vart við tað á rætt stað, og nú tykist, sum at hetta eisini er í lagi, sigur hann.
Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi, sum hevur postflutningin millum Føroyar og útheimin um hendur, váttar, at onkur smávegis trupulleiki hevur verið við onkrari prioriteringssending, sum ikki er komin við tann túrin, biðið hevur verið um. Onkur farmapakki hevur ligið nakrar túrar. Og tað harmast stjórin um.
Men alt í alt gongur tað, sum tað skal. Eisini við ferðafólkaflutninginum. Møguleikarnir at koma aftur og fram eru eisini batnaðir, so hvørt sum flogfør leggjast afturat hjá felgnum, sigur Magni Arge.
Hann ásannar, at øll, sum biða um ferðaseðil Atlantsflogi, sleppa ikki við júst tann dagin, tey ynskja. Men tey sleppa við kortini. Eitt sindur av trýstinum hevur danska felagið DAT tikið, sigur hann, men ikki so at tað ger nakran stórvegis mun hjá Atlantsflogi kortini, sigur Magni Arge.