Heimleys í Havn

- heimleys í Føroyum

Ping-pong-spælið millum lands- og kommunular myndugelikar um hvør hevur ábyrgdina, tænir bert einum endamálið: Tey heimleysu gerast alt fleiri. Og fyri land og kommunur gerst tupulleikin ein enn størri skaði og skomm.

At Frelsunarherurin ger eitt stórt vælgerandi arbeiði eru helst øll samd um. At aðrir vælgerandi felagsskapir eisini gera eitt stórt arbeiða til frama fyri tey veikastu í samfelagnum, eru helst eisini øll samd um. Hesum setur eingin eitt einasta spurnartekin við. Spurnarteknini, fólk seta, er við tað almenna. Hvat ger landið og hvat gera kommunurnar.

Nógv verður tosað um býtið millum land og kommunur. Og tað av røttum. Men eftir mínum tykki eigur eisini eitt kjak at fara fram um býti av uppgávum á sosiala økinum, um hvør skal taka sær av uppgávunum: Privatir felagsskapir ella tað almenna.

Skal tað framhaldandi vera uppgávan hjá eitt nú Frelsunarherinum at taka sær av teimum veiksastu í samfelagnum ella er tað ein samfalagsauppgáva?

Eftir mínum tykki er heilt greitt, at tað er hægsti almanna myndugleikin í landinum, sum stingur út leiðina.

Og hetta av teirri einføldu orsøk, at uppgávan kann rætt og slætt ikki loysast kommunalt,- væl at merkja, um javnbjóðis rættur skal standa øllum borgarum landsins í boði. Og somuleiðis øllum kommunum javnbjóðis rættindi og skyldur. Verða tænastur sum t.d. barnaansing, at hjálpa teimum heimleysu, eldraforsorg ella aðrar sosialar fyriskipanir og tænastur ikki stungnar út í kortið frá landspolitiskari síðu, fáa vit eina sera óhepna ójavnvág, soleiðis at kommunur, sum átaka sær hesar skyldur í álvara, verða alt ov hart tyngdar av teimum fíggjarligu byrjum, sum hesar somu skyldur bera í sær.

Áheitan mín til landsstýriskvinnuna í almannamálum skal tí vera, at hon, ongantíð ov skjótt, ger greitt ein almannapolitikk í breiðastu merking fyri alt landið, so fólk hava møguleika at búleikast og trívast í heimstaði sínum ella so nær honum sum gjørligt. Verður tað ikki gjørt, loysa vit ongan trupulleika,- vit flyta hann bert úr einum stað í annað.

Spurningurin er fyrst og fremst ein spurningurn um hugburð. Er vilji til at hjálpa teimum veikastu í samfelagnum ella ikki. Um hvussu fíggjarliga býtið millum land og viðkomandi kommunur skal verða, er ein einfaldur matematriskur spurningur.


Tórfinn Smith, býráðslimur í Havn