Guds skapanarverk og náttúrutilfangi!

Hans Birgir Hansen

Prestar og skriftlærdir og tollarar og farisearar og samariubúgvar og frelst og trúgvandi og umvend, hava tit lært nakað frá Jesusar døgum, til hann bleiv krossfestur?
Søgan hevur í meira enn 2000 ár endurtikið seg við heimsins íbúgvum, í øllum heimsins londum og føroyingar í ganga í kirkju, á møti, úti í øllum kommununum í dag?
Einki er broytt, so søgan ikki endurtekur seg, og tá vit hyggja hvat í Jesus greiddi frá um ríkmannin og Lazarus, ið er støðan út í samfelagnum, og við valdsbýtinum?
Vit kunnu hyggja eftir hvussu øll vilja vera sum grannin, ið hevur nýmótans hús og bil í túninum og stuttleikabátin liggjandi í bátahyli, í havnalagnum kommunur?
Vit kunnu hyggja eftir hár og klædnamóta og hvussu atburður, hugburður, málburður, hugsjónir, hjá øllum líkist nábúgvan, ið eisini hevur eitt summarhús at fara til?
Vit kunnu hyggja at øllum veitslulagi um høgtíðir, ið eiga at vera rúsfríar í hvørjum heimi, í hvørjari kommunu, í hvørjari oyggj, hugsi um tað til tær komandi høgtíðir?
Vit eiga øll at broyta raðfestingar við at taka sosialu vælferðina fram um ta materiellu vælferðina, tá vit øll skulu hugsa um fólkaheilsuna í komandi tíðum?
Vit skulu øll bróta tann ónda sirkulin og bróta upp úr nýggjum og ikki vera sum nábúgvin og spenna okkum hart fyri, tá ið talan er um fíggjarætlan familju og einstøku?
Vit eiga at tálma forbrúksnýtslu av øllum ið er skaðiligt fyri fólkaheilsu, familju og einstøku, tí so sleppa vit undan øllum teim deyðiligu og vælferðarsjúkur, ið raka øll?
Vit eiga at fara væl um náttúrutilfangi náttúr og umhvørvi og djór og plantur og øðrvísi medmenniskju og skapa innanhýsis og sínamillum friðan familju og einstøku í dag?
Vit skulu øll læra børnini og ungdómar og tilkomin, at virðismeta øðrvísi medmenniskju, ið hava sama rætt at vera til, tá ið pláss skal vera fyri øllum, í hvørjari kommunu?
Vit skulu minnast til, at eingin er meira enn onnur og at øll í dag eru líka verdug menniskju, sjálvt um øll ikki hava somu førleikaevnir á síni lívs og yrkisleiðum í Føroyum?
Vit menniskju vóru skapt at vera frí og fræls og sjálvstøðugt menniskju og røktingarfólki við atliti náttúrutilfangi og ikki at vera arbeiðandi trælir hjá teim ráðandi fólki?