Til minnis um Randi Heinesen
f. 23.9.1949 ? d. 7.2.2004
Sitandi við vindeyga, starandi av kavaflykrunum, ið júst eru farnar at falla og mana góð gomul minni fram, brýtur telefonin tøgnina: Randi er farin.
Settist hond undir kinn og aftur lítandi at teimum lætt leikandi flykrunum rennur Randi ? Snow Flakes, tað var júst navnið, vit valdu okkum, tá vit sum 16-17 ára gamlar fóru niðan í Sjónleikarhúsið at syngja, so ungar og óskyldugar, í hvítum stuttum niðurdeilum, hvítum blondublusum, hvítum skóm og við hvítum rósum í hárinum ? vit vóru jú kavaflykrur.
Long tíð er liðin síðan tá.
Okkara vegir skiltust, men ongantíð gloymdu vit hvørja aðra, ongantíð gloymdu vit tað dýrabaru tíð vit høvdu á Sjómansheiminum, vit hittust av og á, ringdu til hvørja aðra og tílíkt.
Í 1998 hittust vit so aftur til at syngja. Vit hittust fyrst úti á Argjum hjá Randi, har vit skuldu eitast at venja, men satt at siga gjørdist tað heldur ein hugnaløta við venindusnakki, at hyggja at gomlum myndum og ikki at gloyma døgurðan, sum vit sluppu at velja - panerað flesk og persillusós ? sum Randi gjørdi, og sum hon var tikin úr leikum til ? hon var jú kokkur á Sjómansheiminum tann tíð tað var, tá vit arbeiddu saman. Sanniliga ein rík tíð. So kom tann stóra løtan, leiðin gekk niðan í Sjónleikarhúsið, har vit skuldu syngja. Har stóðu vit so og kendu okkum sum 16 ára gamlar aftur ? sum Snow Flakes.
Í morgun fái eg so boðini ? Randi er farin. Sanniliga, skjótt er Harranum um. Ferð eftir ferð vera vit stegðað á, tá vinir í besta aldri verða tiknir frá okkum ? ófatuligt.
Randi er farin heim. Vit koma ikki aftur at syngja saman her á jørð. Í dag syngur Randi í tí Himmalska kórinum, har sangurin er brimduni líkur, sum skaldið tekur til.
Fjálgt er at vita, at har skulu vit ein dag aftur syngja saman í tí stóra hvíta skaranum.
Góða Randi, hóast sorgina og saknin kenni eg djúpt takksemi fyri tíðina vit kendust og fyri alt vit høvdu saman.
Í djúpari samkenslu við tykkum øllum, ið hava mist so nógv, lýsi eg við hesum frið yvir minnið um Randi.
Fríðbjørg