Gullhýrur í Klaksvík

Hóast tað enn eru níggju dystir eftir at spæla, so kann Stjørnan sunnudagin beina at kalla allan iva um FM-heitið til viks, um tær vinna heimadystin móti VB sunnudagin

Hondbóltur

Síðani Stjørnan eftir bert trimum dystum í heyst gjørdi av at skifta venjaran út, hevur tað bert gingið ein veg hjá hondbóltinum í Klaksvík, og tað er frameftir. Ein sera týðandi dystur móti VB varð tá vunnin alt fyri eitt, og síðani er tað ikki eitt tað einasta av mótstøðuliðunum, sum hevur staðið teimum kurl, og á stigatalvuni hevur hetta fyribils givið úrslit í einum hampuliga tryggum oddasessi.
Somikið tryggur er oddasessurin vorðin, at fær Stjørnan tvey stig burtur dystinum, nú VB aftur kemmur á vitjan, so er at kalla allur spenningur í gullstríðnum farin burtur. Stjørnan hevur tá fimm stig fleiri enn næsta liðið á stigatalvuni, og tó at møguleikin ongan tíð skal útihýsast, so tykjast tað bert vera dystirnir í Vági og í Vestmanna, har Stjørnan veruliga hevur orsøk at óttast nakran stigamiss. Í øllum førum um liðið fram til kappingarlok sleppur undan nøkrum stórvegis skaðum.
Tí er einki at ivast í, at VB vil geva heilt nógv, til tess at tryggja sær sigurin sunnudagin. Eitt meistaraheitið verður ongan tíð latið við góðum vilja, og í Vági man vónin í øllum førum vera, at steðgurin hja´steypinum har suðuri skal vera drúgvari enn tað eina árið.
Og so skal heldur ikki síggjast burtur frá, at dysturin samstundis er ein upphiting til steypafinaluna um eina viku. Har eru tað jú eisini VB og Stjørnan, sum hava vunnið seg fram til seinasta slagið.

Neistin og VÍF taka stig
Tveir aðrir dystir verða so eisini leiktir um vikuskiftið, og her er so eingin ivi um, hvør eigur favoritt-leiklutin.
Á Hálsi skal Neistin helst enn einaferð prógva, at hóast tær kanska ikki longur hava besta liðið í landinum, so eru tær í øllum førum tær sterkastu í høvuðsstaðnu, og í Vestmanna kann StÍF væl gerast offur fyri, at VÍF nú skal rista vónbrotið í taptu hálvfinalunum av sær.
Fáa Neistin og VÍF ætlaðu stigini í hesum dystunum, samstundis sum VB fær fult í Klaksvik, so stendur alt aftur opið í FM-dystinum hjá kvinnum. Men hinvegin, so kann støðan eisini gerast hon, at Stjørnan kann seta sjálvstýraran á gullkós, meðan hini trý so mugu berjast um sekunderu heiðursmerkini.