Annars er ætlanin at fara av Havnini eftir ferðaætlanini klokkan 21.15 í kvøld. Men veðrið er ringt, hann er upp í nakrar og 20 metrar eystaneftir, sum er ringasta ætt at sigla. Tí fer Smyril at sigla vestanfyri [...] hjá ferðafólki. Av tí sama fer hvør túrur at taka einar 30-45 minuttir longri, enn væntað. Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni sigur, at eisini í morgin verða seinkingar fyri veður [...] veður. Hann fer til Havnar klokkan 8.30, sum ætlað, men eisini tá fer hann at sigla vestanfyri, og tí klárar hann ikki at halda ferðaætlanina suðuraftur. Sostatt fer hann ikki suðuraftur fyrrenn klokkan
tikið sær av at samskipa jólapakkarnar, sigur, at russar eru ógvuliga glaðir og takksamir fyri pakkarnar, sum teir hava fingið í Føroyum. - Russar halda jól 6. januar, og soleiðis er tíð enn til at lata russisku [...] tíðina, og eftir at ES stongdi Føroyar úti á sínum marknaðum, hevur russiski marknaðurin keypt nógvar føroyskar laksa-og fiskavørur. Árni Dam sigur seg vóna, at føroyingar aftur í ár fara at hugsa um russisku [...] ár. Tað hevur rørt mong russisk hjørtu, at teir hava fingið jólapakkar úr Føroyum, tá teir um jólini eru so langt burtur frá sínum kæru heima. Árni Dam sigur, at tey, ið eru so beinasom og vilja lata russisku
leyslatin aftur seinnapartin í dag. Tað var um trý tíðina í nátt, at ein kvinna í Havn ringdi til løgregluna og meldaði ein mann fyri at hava neyðtikið hana. Maðurin varð handtikin heima við hús stutt eftir [...] aðrar kanningar, fyri at tryggja tey teknisku prógvini, sum kundu verið í einum máli sum hesum. Maðurin og kvinnan, sum bæði eru tilkomin, høvdu verið somu veitslu og tað endaði so við, at hon skuldsetti hann [...] váttaði fyri løgregleguni, at hann og kvinnan høvdu verið saman, men hann noktaði seg sekan í neyðtøku, tí tað var ikki hansara fatan av støðuni. Fyrr í morgun varð umhugsað at føra mannin fyri rættin og
manninum at koma á fund, og um man ikki tá hevur skyldu og rætt at útseta løgtingsfundin. Páll á Reynatúgvu sigur, at endaliga avgerð verður tikin seinni í morgun, men at ein møguleiki er at útseta fundin [...] løgtingsformannin fyri løtu síðani, segði hann, at hann enn ikki hevur tikið støðu til, um fundurin verður til nakað í morgun. - Nú siti eg við tí vali, at antin lata fundin fara fram uttan meg ella útseta [...] fundin til klokkan hálvgum tólv, og so vóna, at Teistin ger ein túr seinni.
hava heitt á kommununa, um at skipa fyri fólkaatkvøðu viðvíkjandi avgerðina at leggja allar skúlarnar í kommununi saman í ein felagsskúla. Tað var í heyst, at kommunan lovaði, at um tretivu prosent av íbúgvunum [...] um um at leggja skúlarnar niður. Nú er so greitt, at neyðugt er við fólkaatkvøðu um samanleggingina í nøkrum av størstu bygdunum í kommununi, og í samrøðuni við Rás 2 upplýsir borgarstjórin, at fólkaatkvøðan [...] skúlanum í Hvalvík, sum eisini fevnir um Streymnes og Saksun, ganga 70 børn. Hoyr alla samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndina.
ein fegin Randi. Randi gloymir ikki at nevna, at málverjin gjørdi eisini sítt. Randi heldur eisini, at tað eydnaðist væl hjá kyndilskvinnum at spæla seg ígjøgnum, ella at vinna sær brotskøst. Støðan í hv [...] frá VÍF. Randi heldur, at lykilin til sigurin var, at tær hildu høvdið kalt í verjuni, og høvdu fokus á uppgávuna. - Vit stóðu øðiliga væl í verjuni, og tað var ringt hjá teimum at sleppa ígjøgnum, staðfestir
hann rættað svarið, tí hann sigur, at hetta er ikki heilt beint. Vegna Høgna Hoydal, boðar Rógvi Reinert frá, at tað er rætt, at Løgmaður var við á hesum ávísa landsstýrisfundi, sum var á tollaksmessu [...] Hoydal, at løgmaður fór av fundi, tá ið kvotan av Flemish Cap var til umrøðu. Rógvi Reinert sigur rættingini í dag, at í góðkendu fundarfrásøgnini frá landsstýrisfundinum stendur nevniligur at “Løgmaður [...] Vestergaard, tingmaður nettupp hava at vita, um løgmaður var til staðar, tá ið kvotan á Flemish Cap varð viðgjørd. Og tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at tað var hann. Men nú hevur hann
forsetan, Francois Hollande, at kalla álopini eina krígsavbjóðing. - Tað, sum hendi í París og Saint Denis, er ein krígsavbjóðing, og vit eru noydd at taka røttu avgerðirnar fyri at berja niður hetta kríggj [...] útlendskir miðlar, at tað eru Frakland og USA, sum hava verið saman um álopið á sýriska býin og IS, og flogførini skulu hava rakt fleiri mál hjá Islamiskum Stati. Sky News veit at siga, at hernaðarflogførini [...] álop á býin Raqqa í Sýria. Tað er IS (Islamiskur Statur), sum hevur ræðið á býnum. Reuters veit at siga, at 10 hernaðarflogfør hava luttikið í álopinum, og tey hava tveitt fleiri enn 20 bumbur niður yvir
arbeiðið at gera brúgv um Sandá. Øllum kunnugt er arbeiðið nógv seinkað, tað skuldi verða liðugt til ólavsøku í ár, men enn er nógv eftir at gera. Partarnir eru ikki heilt samdir um orsøkina til, at brúgvin [...] seinkingin kom at kosta. Fyri at loysa ósemjuna og sleppa undan drúgvum gerðarrættarmáli, hava samráðingar verið millum Tórshavnar kommunu og J&K Petersen. Úrslitið er ein semja, sum inniber, at arbeiðið verður [...] avtalaðar og ætlaðar avtalur um eykaveitingar og øll eykaarbeiði annars. Tað merkir, at samlaði kostnaðurin fer at svara til tað, kommunan upprunaliga setti av til endamálið. Fyri seinkingarnar rindar
eftir hetta, men í kvøld segði hann, at tað ikki tænti nøkrum endamáli, at hann stóð á odda fyri liðnum í vár, tá ein nýggjur landsliðsvenjari ístaðin kann fáa møguleikan at royna ymsar lutir við liðnum. Dreymurin [...] sjálvur í kvøld, eftir at Danmark við samanløgdum 4-3 tapi móti Svøríki mátti veitra farvæl tl EM-endaspælið. Sáttmálin hjá Morten var galdandi til og við EM-endaspælið, og tað var greitt, at hann gavst eftir [...] og dønum var annars, at hann kundi siga farvæl í Fraklandi. Júst landinum, har stóra danska fótbóltsævintýrið við dynamit-dreingjunum byrjaði. Hetta verður tó av ongum, og eftir at hann fyrst hevði boðað