Morten hevur lagt frá sær

Danmark verður ikki í EM-endaspælinum, og í kvøld boðaði Morten Olsen frá, at hann gevst sum venjari

Morten Olsen verður ikki longur partur av danska fótbóltslandsliðnum. Maðurin, sum spældi 102 landsdystir og sum venjari stóð á odda fyri liðnum 168 ferðir – tann fyrsti á Tórsvølli móti Føroyum – er ikki longur danskur landsliðsvenjari. Tað kunngjørdi høvuðspersónurin sjálvur í kvøld, eftir at Danmark við samanløgdum 4-3 tapi móti Svøríki mátti veitra farvæl tl EM-endaspælið.

 

Sáttmálin hjá Morten var galdandi til og við EM-endaspælið, og tað var greitt, at hann gavst eftir hetta, men í kvøld segði hann, at tað ikki tænti nøkrum endamáli, at hann stóð á odda fyri liðnum í vár, tá ein nýggjur landsliðsvenjari ístaðin kann fáa møguleikan at royna ymsar lutir við liðnum.

 

Dreymurin hjá bæði Morten og dønum var annars, at hann kundi siga farvæl í Fraklandi. Júst landinum, har stóra danska fótbóltsævintýrið við dynamit-dreingjunum byrjaði. Hetta verður tó av ongum, og eftir at hann fyrst hevði boðað spælarunum frá avgerðini, var tað ein rættiliga avkláraður venjari, sum fyri donsku miðlunum segði, at nú var liðugt fyri hansara viðkomandi.