Nú ber til at drekka øl í Havn sum er bryggjað á Svalbard

MBCFI25: Svalbard Bryggeri er heimsins norðasta bryggjarí

Robert Johansen er norðmaður, sum hevur búð á Svalbard síðani 1982. Hann kom higar sum kolanámsarbeiðsmaður og starvaðist í námsvinnuni í tvey ár. Hann hevur seinni nomið útbúgving sum flogskipari og hevur flogið fyri sjóverjuna í arktiska økinum við Svalbard og Grønland.

 

Hann hevði áður í frítíðini fingist við at bryggja, og tá hann smakkaði øl, sum áhugabryggjarar høvdu bryggjað á Svalbard, sum smakkaði sera væl, fekk hann hugskotið at gera eitt ølbryggjarí á Svalbard. Hetta var í 2009.

 

– Hetta ølið, sum tey bryggjaðu heima hjá sær sjálvum á Svalbard smakkaði ordiliga væl, nógv betri, enn ídnaðarframleitt øl. Eg fór sjálvur at bryggja, og tað skapti gróðrarbotnin fyri hugskotinum um Svalbard Bryggeri, sigur Robert Johansen, sum vit hitta á Hotel Føroyum, har hann býr, meðan hann er í Føroyum, har hann umboðar bryggjaríið til ølfagnaðinum, MBCFI25, sum er í Silo á Vestaru Bryggju í Havn um vikuskiftið.

 

##med2##

 

Hann greiðir víðari frá, at tað vísti seg tó, at ein norsk lóg frá 1928 forðaði fyri hugskotinum um bryggjaríið á Svalbard. Tað var ólógligt at bryggja øl á Svalbard. Lógin var upprunaliga gjørd fyri at forða fyri, at námsarbeiðarar fingu ov lætta atgongd til drykkjuvørur.

 

– Men sosiala støðan á oynni var nógv broytt tey 90 árini síðani 1928, og tí setti eg meg í samband við myndugleikarnar um at fáa lógina dagførda, sigur hann.

 

Men tað var ikki bara sum at siga tað, tí tað tók hálvtsætta ár at fáa lógarbroytingina framda. 1. juni í 2014 kom dagførda lógin í gildi.

 

Svalbard Bryggeri samstarvar við annað av stóru bryggjaríunum í Noreg, Mack, sum eigur ein fjórðing í Svalbard Bryggeri. Tey samstarva soleiðis væl við norska bryggjaríið, sum er í Tromsø, og sum hjálpir Svalbard Bryggeri við útbreiðslu av ølinum til skeinkistøð í Noreg.

 

##med4##

 

Samlaða framleiðslan av øli á Svalbard er 220.000 litrar um árið – og bara í ár er framleiðslan vaksin 21 prosent, sigur Robert Johansen, sum fer at skeinkja 8 svalbardskar øl á teimum fýra sessionunum á ølfagnaðinum, sum verður í Silo á Vestaru Bryggju í Havn í morgin og leygardagin.

 

Mikkeller Beer Celebration Faroe Islands (MBCFI) verður hildin í morgin og leygardagin. Tiltakið verður í Silo á Vestaru Bryggju 15 í Havn.

 

Tiltakið er býtt upp í fýra sessiónir, so gestir kunnu velja júst tað tíðarskeiðið, ið hóskar:

 

  • Gula sessiónin – fríggjadagin klokkan 15.00–18.00
  • Bláa sessiónin – fríggjadagin klokkan 19.00–22.00
  • Reyða sessiónin – leygardagin klokkan 15.00–18.00
  • Grøna sessiónin – leygardagin klokkan 19.00–22.00

 

##med3##

 

##med2##