Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali ferðaðust longu leiðina til Akureyrar fyri at spæla dyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini móti gamla liðnum hjá Allani, KA.
Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og í steðginum var støðan javnleikur 17-17. Í seinna hálvleiki var KA greitt omaná, og endin var, at heimaliðið vann dystin 33-28. Allan var noteraður fyri tvey mál.
Valur er nummar fýra í deildini við átta stigum fyri sjey dystir. Haukar eru fremst í deildini við 12 stigum.
Komandi hóskvøld klokkan 19.30 hevur Valur dyst á heimavølli móti ÍR Reykjavík.