Tingfundurin møguliga útsettur

Viðgerðin av uppskotinum um broyting av hjúnabandslógini má møguliga bíða.

Nógv umtalaða løgtingsuppskotið um broyting av hjúnabandslógini, skal til fyrstu viðgerðar á løgtingsfundi í morgun, ið eftir skránni byrjar klokkan 10.


Nú er tó óvist, um fundurin verður til nakað, tí løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, er veðurfastur á Sandoynni. Teistin hevur nevniliga avlýst allar túrar í morgun vegna ógvusligt brim. Harumframt hevur Sildberin og allir bussar á oynni eisini avlýst teirra túrar.


Tá vit tosaðu við løgtingsformannin fyri løtu síðani, segði hann, at hann enn ikki hevur tikið støðu til, um fundurin verður til nakað í morgun.


- Nú siti eg við tí vali, at antin lata fundin fara fram uttan meg ella útseta hann. Spurningurin er, um tað ikki er ein góðkend orsøk til forfall, tá veðrið forðar løgtingsformanninum at koma á fund, og um man ikki tá hevur skyldu og rætt at útseta løgtingsfundin.


Páll á Reynatúgvu sigur, at endaliga avgerð verður tikin seinni í morgun, men at ein møguleiki er at útseta fundin til klokkan hálvgum tólv, og so vóna, at Teistin ger ein túr seinni.