Loksins verður brúgvin liðug

Hon er nógv seinkað, men brúgvin um Sandá verður liðug í vár. J&K Petersen má rinda kommmununi dagbøtur.

Tórshavnar kommuna og J&K Petersen hava gjørt eina semju viðvíkjandi seinkingunum, sum eru íkomnar í sambandi við arbeiðið at gera brúgv um Sandá. Øllum kunnugt er arbeiðið nógv seinkað, tað skuldi verða liðugt til ólavsøku í ár, men enn er nógv eftir at gera.

 

Partarnir eru ikki heilt samdir um orsøkina til, at brúgvin er so nógv seinkað, og ei heldur, hvør skal ábyrgdast fyri seinkingarnar. Av somu orsøk hava partarnir heldur ikki verið samdir um, hvussu nógv tíðarætlanin skuldi leingjast, og hvat seinkingin kom at kosta.

 

Fyri at loysa ósemjuna og sleppa undan drúgvum gerðarrættarmáli, hava samráðingar verið millum Tórshavnar kommunu og J&K Petersen. Úrslitið er ein semja, sum inniber, at arbeiðið verður liðugt og avhent kommununi í seinasta lagi 29. februar 2016.

 

Arbeiðstakarin fær goldið sáttmálaupphæddina uppá 54,6 miljónir, umframt 5,46 miljónir fyri avtalaðar og ætlaðar avtalur um eykaveitingar og øll eykaarbeiði annars. Tað merkir, at samlaði kostnaðurin fer at svara til tað, kommunan upprunaliga setti av til endamálið.

 

Fyri seinkingarnar rindar arbeiðstakarin Tórshavnar kommunu 3,44 miljónir í dagbótum.