Leyslatin – men er framvegis skuldsettur fyri neyðtøku

Maðurin, sum varð tikin fyri neyðtøku í Havn í nátt, er latin leysur aftur

Maðurin, sum løgreglan tók í nátt, og skuldsetti fyri neyðtøku, varð leyslatin aftur seinnapartin í dag.

 

Tað var um trý tíðina í nátt, at ein kvinna í Havn ringdi til løgregluna og meldaði ein mann fyri at hava neyðtikið hana.

 

Maðurin varð handtikin heima við hús stutt eftir, og førdur á løgreglustøðina.

 

Somuleiðis vórðu neyðugu læknakanningarnar gjørdar, og umframt aðrar kanningar, fyri at tryggja tey teknisku prógvini, sum kundu verið í einum máli sum hesum.

 

Maðurin og kvinnan, sum bæði eru tilkomin, høvdu verið somu veitslu og tað endaði so við, at hon skuldsetti hann fyri neyðtøku.

 

Maðurin váttaði fyri løgregleguni, at hann og kvinnan høvdu verið saman, men hann noktaði seg sekan í neyðtøku, tí tað var ikki hansara fatan av støðuni.

 

Fyrr í morgun varð umhugsað at føra mannin fyri rættin og krevja hann varðhaldsfongslaðan í eina tíð, ímeðan málið varð kannað út í æsir.

 

Men løgfrøðingarnir hjá ákæruvaldinum mettu ikki, at grundarlag var fyri tí, og sostatt varð maðurin leyslatin nú seinnapartin.

 

Men løgreglan sigur, at kanningarnar í málinum halda fram, og maðurin er framvegis skuldsettur fyri neyðtøku.