Í dag heita fýra norskar kommunur á sínar íbúgvar um ikki at fara frá húsum í morgin, tí veðurvánirnar eru so ringar.
Tað er illveðrið, Dave, sum í morgin fer at raka norska suðurlandið.
Fríggjadagin sendi Meteorologisk Institut í Noregi út reyða ávaring um harðar hvirlur fram við norsku strondini har suðuri í landinum.
- Vit heita á fólk um at halda seg innandura, sigur átakssamskiparin í Lindesnes kommunu, Anne Lans Syvertsen, við norsku ávísina, Fædrelandsvennen.
Tríggjar aðrar norskar kommunur eru komnar við somu ávaring sum Lindesnes.
Talan er um Flekkefjord kommunu, Lyngdal kommunu og Farsund kommunu, sum eisini heita á sínar íbúgvar um ikki at fara heimanífrá.
- Fólk eiga ikki at fara út - uttan so, at hetta er avgerandi neyðugt, og heitt verður á fólk um at halda seg heima í tímunum millum klokkan 10 og 18 í morgin.
Lagt verður aftrat, at ávaringarnar fevna um stívliga 50.000 fólk í nevndu kommunum.
- Fólk eiga at tryggja sínar egnu ognir og halda seg innandura, og fólk eiga at fyrireika seg til møguligt streymslit, skrivar Flekkefjord kommuna.
Heitt verður á fólk um at vísa virðing fyri veðrinum og ikki útseta seg sjálvi og onnur fyri óneyðugum vanda.
Tað sigur varaborgarstjórin í Lindesnes kommunu, Jan Øyvind Åvik.
Í Lindesnes kommunu hava tey eisini boðað frá, at tað verður ikki flaggað 1. páskadag, tó at hetta er almennur flaggdagur í Noregi.











