Í nógv ár hava føroyingar latið russum, sum eru í Føroyum og sum sigla um okkara leiðir, jólapakkar. Árni Dam, sum hevur tikið sær av at samskipa jólapakkarnar, sigur, at russar eru ógvuliga glaðir og takksamir fyri pakkarnar, sum teir hava fingið í Føroyum.
- Russar halda jól 6. januar, og soleiðis er tíð enn til at lata russisku sjómonnunum eina jólagávu í ár. Tað hevur rørt mong russisk hjørtu, at teir hava fingið jólapakkar úr Føroyum, tá teir um jólini eru so langt burtur frá sínum kæru heima.
Árni Dam sigur, at tey, ið eru so beinasom og vilja lata russisku sjómonnunum ein jólapakka, kunnu leggja pakkan ella pakkarnar inn á skrivstovuna hjá Faroe Agency Yviri við Strond 4 í Havn.
- Føroyar og Rusland hava havt nógv samstarv langt aftur í tíðina, og eftir at ES stongdi Føroyar úti á sínum marknaðum, hevur russiski marknaðurin keypt nógvar føroyskar laksa-og fiskavørur.
Árni Dam sigur seg vóna, at føroyingar aftur í ár fara at hugsa um russisku sjómenninar, nú vit skjótt koma inn í jólamánaðin, og jólini stunda til.