Smyril hevur fingið tekniskar trupulleikar og tí verður hann noyddur at avlýsa ein túr í dag.
Hann hevur fingið motorbrek. Annars skuldi hann fara av Havnini til Suðuroyar klokkan 16 í dag, men tann túrurin er avlýstur, og sostatt er eisini túrurin av Krambatanga til Havnar, klokkan 18. 30 í kvøld, avlýstur.
Annars er ætlanin at fara av Havnini eftir ferðaætlanini klokkan 21.15 í kvøld.
Men veðrið er ringt, hann er upp í nakrar og 20 metrar eystaneftir, sum er ringasta ætt at sigla. Tí fer Smyril at sigla vestanfyri Sandoy og Skúvoy, tí tá er tað nógv fittligari hjá ferðafólki.
Av tí sama fer hvør túrur at taka einar 30-45 minuttir longri, enn væntað.
Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni sigur, at eisini í morgin verða seinkingar fyri veður. Hann fer til Havnar klokkan 8.30, sum ætlað, men eisini tá fer hann at sigla vestanfyri, og tí klárar hann ikki at halda ferðaætlanina suðuraftur. Sostatt fer hann ikki suðuraftur fyrrenn klokkan 12 í morgin.