Løgmaður var ikki til staðar

- Tá ið mál, sum ávirka brøður hansara, vóru til viðgerðar

Løgmaður var ikki til staðar, tá ið landsstýrið viðgjørdi, hvussu føroyska kvotan á Flemish Cap, skuldi býtast.

 

Tað staðfestir Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum í dag.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður hevur annars beiggjar, sum eiga línuskip, ið fiska á Flemish Cap.

 

Herfyri vildi Jacob Vestergaard, tingmaður nettupp hava at  vita, um løgmaður var til staðar, tá ið kvotan á Flemish Cap varð viðgjørd.

 

Og tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at tað var hann.

 

Men nú hevur hann rættað svarið, tí hann sigur, at hetta er ikki heilt beint.

 

Vegna Høgna Hoydal, boðar Rógvi Reinert frá, at tað er rætt, at Løgmaður var við á hesum ávísa landsstýrisfundi, sum var á tollaksmessu.

 

Men av misgáum varð tað ikki eisini viðmerkt í svarinum frá Høgna Hoydal, at løgmaður fór av fundi, tá ið kvotan av Flemish Cap var til umrøðu.

 

Rógvi Reinert sigur rættingini í dag, at í góðkendu fundarfrásøgnini frá landsstýrisfundinum stendur nevniligur at “Løgmaður, ið hevur brøður, ið reka línubátar, fór av fundinum, meðan málið varð umrøtt”. 

 

 

Les meiri her: Vildi lætta trýstið undir Føroyum