Tvær fólkaatkvøður í Sundalagnum

- Freistin var úti í vikuskiftinum, og vit hava fingið undirskriftir úr Hvalvík og Streymnesi fyri skúlan í Hvalvík, og vit hava fingið undirskriftir úr Hósvík til eina fólkaatkvøðu, um man vil varðveita skúlarnar á teimum báðu støðunum.


Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, í samrøðu við Rás2, nú borgarar í tveimum skúladømi hava heitt á kommununa, um at skipa fyri fólkaatkvøðu viðvíkjandi avgerðina at leggja allar skúlarnar í kommununi saman í ein felagsskúla.


Tað var í heyst, at kommunan lovaði, at um tretivu prosent av íbúgvunum í einum skúladømi ynskja tað, kann fólkaatkvøða verða hildin um avgerðina hjá kommunustýrinum um at leggja skúlarnar niður.


Nú er so greitt, at neyðugt er við fólkaatkvøðu um samanleggingina í nøkrum av størstu bygdunum í kommununi, og í samrøðuni við Rás 2 upplýsir borgarstjórin, at fólkaatkvøðan um samanleggingina helst verður í januar.


Í skúlanum í Hósvík ganga 40 børn, og í skúlanum í Hvalvík, sum eisini fevnir um Streymnes og Saksun, ganga 70 børn.


Hoyr alla samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndina.