Hildu høvdið kalt í verjuni

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Randi S. Wardum taka samanum VÍF-Kyndil 21-24 (11-12)

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við roynda spælaran hjá kyndilskvinnum, Randi S. Wardum aftaná 24-21 sigurin hjá kyndilskvinnum á VÍF norðuri í Vestmanna.

 

Liðini fylgdust leingi í dystinum, men í seinna hálvleiki fór Kyndil frá VÍF. Randi heldur, at lykilin til sigurin var, at tær hildu høvdið kalt í verjuni, og høvdu fokus á uppgávuna. - Vit stóðu øðiliga væl í verjuni, og tað var ringt hjá teimum at sleppa ígjøgnum, staðfestir ein fegin Randi. Randi gloymir ikki at nevna, at málverjin gjørdi eisini sítt. Randi heldur eisini, at tað eydnaðist væl hjá kyndilskvinnum at spæla seg ígjøgnum, ella at vinna sær brotskøst.

 

Støðan í hvonndeildini : 

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin81901444615
2Kyndil82071654214
3VÍF72101832710
4Stjørnan8158208-505
5VB8164193-292
6StÍF7133169-362