Frakland bumbar Raqqa í Sýria

Í kvøld hevur Frakland framt álop á býin Raqqa í Sýria. Tað er IS, sum hevur ræðið á býnum.

Í kvøld hevur Frakland framt álop á býin Raqqa í Sýria. Tað er IS (Islamiskur Statur), sum hevur ræðið á býnum. Reuters veit at siga, at 10 hernaðarflogfør hava luttikið í álopinum, og tey hava tveitt fleiri enn 20 bumbur niður yvir býin.

 

129 fólk lótu lív í álopunum í París um vikuskiftið, og sum leygardagurin leið, tók IS ábyrgdina av álopunum. Yvirgangsatsóknirnar á París fingu franska forsetan, Francois Hollande, at kalla álopini eina krígsavbjóðing.

 

- Tað, sum hendi í París og Saint Denis, er ein krígsavbjóðing, og vit eru noydd at taka røttu avgerðirnar fyri at berja niður hetta kríggj. Hetta eru álop framd av yvirgangsmonnum hjá IS ímóti okkum, sum vit eru - eitt frítt land, segði François Hollande.

...

 

Nú skriva útlendskir miðlar, at tað eru Frakland og USA, sum hava verið saman um álopið á sýriska býin og IS, og flogførini skulu hava rakt fleiri mál hjá Islamiskum Stati.

 

Sky News veit at siga, at hernaðarflogførini, sum lupu á IS í Raqqa í kvøld, vórðu send avstað úr Sameindu Arabisku Emiratunum og Jordan.