fáa nóg mikið. Eftir at hvalirnir vóru merktir, komu tey eftir, at ein hálvur hvalur var horvin. Av tí at ein havnarmaður hevði spurt okkurt um henda hvalin, fingu tey illgruna um, at hann var farin avstað [...] Finnbogi Midjord, sýslumaður fekk uppspurt, at maðurin var farin yvir um fjørðin við grindini. Farið var so til mannin eftir hálva hvalinum. - Maðurin fekk boð um ikki at vísa seg aftur í grind í Sandoynni. Meira
greinarar høvdu roknað við, at støðugt fleiri vinnufyritøkur máttu fara á húsagang fyrra hálvár í ár orsakað av skuldarkreppuni, men nýggj tøl hjá donsku hagstovuni vísa, at so er ikki. Tvørturímóti vóru [...] Steen Bocian, sum er búskaparfrøðingur hjá Danske Bank, heldur, at tann óvanliga lága rentan ger tað møguligt hjá fleiri fyritøkum at berja seg ígjøgnum kreppuna. Harafturat eru tær veikastu fyritøkurnar [...] fyritøkurnar longu falnar av kreppuni, sigur hann, og ein triðja orsøk er, at tann privata nýtslan er farin at veksa spakuliga.
finalistarnar, sum fara at kappast um at vinna og sleppa at syngja á Gfestivalinum og Summarfestivalinum, verður nógv annað spennandi undirhald á skránni. Fyrireikararnir boða frá, at tilmelding til audition [...] audition fer fram á Facebook, men um onkur hevur hug at koma við og ikki hevur meldað seg til, so er bara at møta upp í Rex allíkavæl.
vísindamonnum vísa, at meðan nógvir jøklar kring heimin minka, eru tað nakrir jøklar í Asia, sum veksa. Teir fronsku granskararnir siga, at jøklarnir í Himalaya-fjøllunum minka, men at jøklarnir í Karak [...] sambært BBC eru myndugleikarnir í londunum har um vegir samdir um at játta meiri pengar til at kanna jøklarnar. Onkrir granskarar hava sagt, at soleiðis sum jøklarnir í Himalaya minka nú, verður lítið og einki
útbúgving innan fjølmiðlaøkið, og at níggju hava leiðsluroyndir. Nú skal Setanarnevndin hyggja at umsóknunum, og hon fer so at lata Kringvarpsstýrinum eitt tilmæli. Ætlanin er so, at nýggi stjórin verður settur [...] Tá freistin at søkja starvið sum stjóri í Kringvarpi Føroya var úti fyrradagin, høvdu 21 fólk søkt. Talan er um 18 menn og tríggjar kvinnur. Sagt verður, at 11 av umsøkjarunum hava royndir ella útbúgving
hvussu hon fer at eita. Tey flestu vænta, at prinsessan eins og hini børnini í kongshúsinum fær fýra nøvn, og at báðar ommurnar, Margretha og Françoise, verða uppkallaðar. Men onkur heldur, at drotningin verður [...] verður ikki uppkallað, og at tann lítla fer at eita Philippa Marie Louisa Françoise. Prinsessan, sum er fødd tann 21. januar, er annað barnið hjá Joachim og Mariu, men Joachim eigur eisini tveir synir
veg úr Bermuda til Azorurnar í einum stuttleikabáti, noyddust í gjár at fara í tann lítla bjargingarbátin, tí stuttleikabáturin fór at leka. Við einari fylgisveinatelefon fingu teir samband við Søværnets [...] sendi boð eftir hjálp. Amerikanska sjóverjan sendi eitt flogfar at leita, og eitt skip hjá finska flotanum, sum var har á leiðini, fór at sigla ímóti bátinum. Tá menninir høvdu verið fimm tímar í bjarg [...] kom tað finska skipið til teirra og tók teir upp. SOK sigur, at stuttleikabáturin var einar 600 fjórðingar eystan fyri Bermuda, tá hann fór at leka.
Ein arbeiðsbólkur hjá ST sigur í einari frágreiðing, at Norðurkorea hevur brotið handilstiltøkini hjá ST-trygdarráðnum, og at landið hevur smuglað vápn til Sýrialands og Myanmar. Sambært arbeiðsbólkinum [...] undan kavi í gjár. Í frágreiðingini stendur, at tey norðurkoreonsku vápnini verða smuglað ígjøgnum Kina. Stýrið í Beijing hevur fyrr fingið ST-trygdarráðið at dylja frágreiðingar av hesum slagnum, og sambært [...] sambært keldum í New York hevur Kina eisini roynt at forða fyri, at hendan seinasta frágreiðingin skuldi koma fram í ljósið.
dag, at herurin er í ferð við at flyta tunga útgerð ímóti sýriska markinum. Talan er um eini 30 hernaðarakfør, og fleiri teirra eru fermd við rakettútgerð. Reuters sigur frá einum embætismanni, at tað er [...] er rætt, at herurin hevur sent útgerð nærri sýriska markinum, og at fylgið nú er á veg frá býnum Iskenderum ímóti markinum. Samstundis skrivar turkiska tíðindastovan Anatolia, at fleiri hernaðarakfør eru
myndugleikarnir í spanska býnum Geroa hava givið matvøruhandlum boð um at læsa sínar ruskbingjur fyri at forða fyri, at fólk fara í bingjurnar at leita eftir onkrum til matna. Í Geroa eins og aðrastaðni í Spania [...] upp skelti við upplýsingum um, hvar fólk kunnu fáa mat frá hjálparstovnum, og at hetta er betri matur enn tað, sum var at finna í ruskbingjunum. Arbeiðsloysið í Spania liggur um 25 prosent.