Svangir spaniumenn sleppa ikki í ruskbingjurnar

Teir kommunalu myndugleikarnir í spanska býnum Geroa hava givið matvøruhandlum boð um at læsa sínar ruskbingjur fyri at forða fyri, at fólk fara í bingjurnar at leita eftir onkrum til matna.

Í Geroa eins og aðrastaðni í Spania er stórt arbeiðsloysi, og støðugt fleiri fólk hava leitað sær okkurt til matna úr ruskbingjunum hjá matvøruhandlunum.

Men hetta vilja teir kommunalu myndugleikarnir ikki loyva teimum. Ístaðin fyri hava teir sett upp skelti við upplýsingum um, hvar fólk kunnu fáa mat frá hjálparstovnum, og at hetta er betri matur enn tað, sum var at finna í ruskbingjunum.

Arbeiðsloysið í Spania liggur um 25 prosent.