Finalan av BarnaPrix sum skuldi vera í Rex 4. mai er flutt til Høllina á Hálsi 4. mai kl. 20.00.
Audition er framvegis í Rex fríggjadagin 20 apríl og fríggjadagin 27 apríl frá kl. 17.00. Umframt teir 10 finalistarnar, sum fara at kappast um at vinna og sleppa at syngja á Gfestivalinum og Summarfestivalinum, verður nógv annað spennandi undirhald á skránni.
Fyrireikararnir boða frá, at tilmelding til audition fer fram á Facebook, men um onkur hevur hug at koma við og ikki hevur meldað seg til, so er bara at møta upp í Rex allíkavæl.