Klokkan 16 í dag fer dóttir Joachim prins og Mariu prinsessu til dópin í kirkjuni í Møgeltønder í Suðurjyllandi, og í donskum fjølmiðlum verður dúgliga gitt, hvussu hon fer at eita.
Tey flestu vænta, at prinsessan eins og hini børnini í kongshúsinum fær fýra nøvn, og at báðar ommurnar, Margretha og Françoise, verða uppkallaðar. Men onkur heldur, at drotningin verður ikki uppkallað, og at tann lítla fer at eita Philippa Marie Louisa Françoise.
Prinsessan, sum er fødd tann 21. januar, er annað barnið hjá Joachim og Mariu, men Joachim eigur eisini tveir synir við fyrru konu sínu, Alexandru greivinnu.










