Ein arbeiðsbólkur hjá ST sigur í einari frágreiðing, at Norðurkorea hevur brotið handilstiltøkini hjá ST-trygdarráðnum, og at landið hevur smuglað vápn til Sýrialands og Myanmar. Sambært arbeiðsbólkinum er ikki talan um kjarnorkuvápn, hópoyðingarvápn ella langtberandi rakettir, men ymisk onnur vápn.
Frágreiðingin er skrásett sum loynilig, men partar av henni komu undan kavi í gjár.
Í frágreiðingini stendur, at tey norðurkoreonsku vápnini verða smuglað ígjøgnum Kina. Stýrið í Beijing hevur fyrr fingið ST-trygdarráðið at dylja frágreiðingar av hesum slagnum, og sambært keldum í New York hevur Kina eisini roynt at forða fyri, at hendan seinasta frágreiðingin skuldi koma fram í ljósið.









