Turkar flyta herútgerð til markið

Turkiskir fjølmiðlar skriva í dag, at herurin er í ferð við at flyta tunga útgerð ímóti sýriska markinum. Talan er um eini 30 hernaðarakfør, og fleiri teirra eru fermd við rakettútgerð. Reuters sigur frá einum embætismanni, at tað er rætt, at herurin hevur sent útgerð nærri sýriska markinum, og at fylgið nú er á veg frá býnum Iskenderum ímóti markinum.

Samstundis skrivar turkiska tíðindastovan Anatolia, at fleiri hernaðarakfør eru á veg ímóti býnum Danliurfa, sum er nærhendis markinum við Sýrialand.

Viðurskiftini millum Turkaland og Sýrialand hava verið spent, síðani sýrar skutu eitt turkiskt hernaðarflogfar niður fyri einari viku síðani.